Nógv bendir á, at Gilli Sørensen ikki verður seldur til AaB í hesum flytingarvindeyganum. Danska Superligafelagið hevur snøgt sagt ov nógvar mans í hópinum og tað er ikki pláss fyri U21 landsliðsliðskiparanum.
Tí er líkt til, at B36 fær ágóðan av Gilla Sørensen restina av kappingarárinum, har málið er at fáa eitt pláss í Europa League, sum gevur áleið 1,2 milliónir í eyka inntøkum.
Sum skilst, so er ætlanin, at Gilli Sørensen eftir kappingarlok í Føroyum skiftir til AaB, um feløgini koma ásamt um ein prís. Tó kann Gilli ikki spæla við besta liðnum hjá felagnum fyrr enn í 2014, tá flytingarvindeygað letur aftur. Sostatt fær Gilli góðar tríggjar mánaðar at venja seg við lívið í AaB og kann spæla við eykaliðnum.
AaB hevur sambært bold.dk fingið tríggjar mans inn í summar, meðan teir ongan hava selt. Tað hevur ljóðað, at teir hava roynt at selt Lasse Nielsen og Jeppe Curth, men báðir eru fyribils AaB spælarar.
Feløgini skulu undan hvørjum kapingarári skráseta ein hóp upp á 25 mans. Í løtuni hevur AaB 25 skrásettar spælarar og tí er ikki møgueligt at leggja Gilla Sørensen afturat.
Sum skilst, so liggur prísurin fyri U21 landsliðsliðskiparan um 150.000 krónur. Tað hevur ljóðað, at B36 vildi hava so mikið sum eina fjórðingsmillión fyri Gilla, men at sum samráðingarnar hava gingið, so er prísurin komin niður á 150.000 krónur og tað er harum at AaB eru sinnaðir at keypa fyri.
Gilli Sørensen hevur eisini sáttmála við B36 fyri koomandi kappingarár, so árstalsfelagið hevur góð kort á hondini. Gilli hevur hinvegin meldað út, at hann vil sleppa til AaB. Tað tykist mest verða ein spurningur um tað verður í kvøld, ella eftir kappingarlok, at Gilli skiftir.
Flytingarvindeygað í Danmark letur aftur í kvøld.