AaB heldur fast í toppinum

Danska superligafelagið AaB vann í gjár 2-1 ímóti Randers FC. Hvørgin av føroysku spælarunum hjá AaB spældu við í dystinum, sum varð avgjørdur stutt fyri leiklok. Støðan var 1-1, tá ið brasilski álopsspælarin Caca skoraði sigursmálið átta minuttir fyri leiklok. Sambært heimasíðuni hjá AaB var dysturin uppiborin, men tað skuldi eitt sindur av hepni til seint í dystinum fyri at fáa sigursmálið. AaB liggur nú ovast í superliguni, og tað merkist eisini á áskoðaratalinum til heimadystirnar. 9.496 áskoðarar vóru til dystin á Aalborg Stadion, og tað er tað mesta í hesum kappingarárinum.