AaB framdi fótbóltsbragdið

Spanska stórfelagið, Deportivo la Coruna, fekk ein samlaðan sekk uppá 6-1 í UEFA Cup-kappingini frá AaB, og talan er um fremsta sigurin hjá donskum felagsfótbólti í hesi øldini

UEFA CUP

 

 

Hópurin hjá AaB fór til Spania í vónini, at tað fór at eydnast at verja 3-0 leiðsluna ímóti Deportivo la Coruna frá tí fyrra UEFA Cup dystinum í Aalborg. Og sigast má, at hetta gjørdi AaB í ríkligt mát. AaB vann 3-1 á Riazor Leikvøllinum í Coruna, og gjørdist talan um ein samlaðan 6-1 sigur á Deportivo, sum má sigast at verða tað besta úrslitið hjá donskum felagsfótbólti, síðani fyrst í 1990-unum, tá B1903 vann 6-2 á Bayern Munchen, og Brøndby vann 5-0 á Frankfurt.

 

Royndu at yvirraska

Deportivu royndu at yvirraska AaB frá byrjan av, við at broyta spæliskipan frá tí vanligu 4-3-2-1 skipanini til eina meiri framsókna 3-2-4-1 skipan. Men skipanin mundi longu givið baksláttur, tá átta minuttir vóru spældir. Aftaná gott forarbeiðið hjá Caca og Johansson slapp Luton Shelto leysur, hann rundaði málverjan hjá Deportivo, men skotið hjá honum varð bjargað á málstrikuni.

Eftir hetta helt Deportivo fram við at trýsta, og teir vóru nær við at skora fleiri ferðir. Tá 13 minuttir vóru spældir setti Omar Bravo bóltin í netið, men málið var kolldømt, tí dómarin metti, at Bravo var rangstaddur.

Tá 37 minuttir vóru spældir fekk Deportivo loksins hol á, tá eitt langskot frá Sergio bleiv avrættað.

 

Trý skjót mál

AaB kom tó skjótt yvir hvøkkin, og seinastu fýra minuttirnar undan steðginum skoraðu teir reyðu og hvítu úr Aalborg trý mál. Fyrst javnaði leigusveinurin, Luton Shelton, tá hann stútaði bóltin í netið.

Andreas Johanson stútaði AaB fram um 2-1 eftir hornaspark, og beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri hálvleiki, økti Thomas Enevoldsen til 3-1, eftir frálíkt forarbeiði frá Luton Shelton. Tá bleiv deyðatøgn á Riazor, og AaB kundi koyra sigurin trygt heim í 2. hálvleiki.

Tá svenski Magnus Pehrson var settur í starv, sum høvuðsvenjari hjá AaB, vóru tað mong klók høvd frammi í fjølmiðlunum, sum mettu, at hann var ov ungur, og hevði ov fáar royndir til at gerast høvuðsvenjari hjá AaB. Eftir dupultsigurin á sponsku risunum, Deportivo la Coruna eru allar hesar røddirnar tagnaðar, og Pehrson verður nú fagnaður, sum ein annar messias.

AaB skal í áttandapartsfinaluni spæla ímóti Manchester City, sum higartil hevur beint fyri EB/Streymi, FC Midtjyllandi og FC Keypmannahavn í UEFA Cup-kappingini.