Tað kom rættiliga brádliga og óvart á, tá ið tað í gjár kom fram, at føroyski Gilli Rólantsson Sørensen, sum var byrjaður inni í trimum av fimm fyrstu dystunum hjá Aab í Superliguni í hesum kappingarárinum, varð seldur til norska Brann. Tað gekk rættiliga væl hjá Gilla Rólantsson í teimum dystum, sum hann spældi - serliga í øðrum umfari, tá ið hann kom á "ugens hold" eftir eitt sannførandi avrik á vinstra bakki í útidysti ímóti Randers.
Um hugt verður eftir viðmerkingunum á Facebook-síðuni hjá Aab, har eitt uppslag er, ið snýr seg um søluna av Gilla Rólantsson, so eru fleiri fjepparar ónøgdir við, at kropsliga sterki føroyingurin ikki verður at síggja í stríputtu Aab-troyggjuni longur.
Serliga høvdu teir kunnað hugsað sær at sæð Gilla Rólantsson á høgra bakki hjá Aab fram um danska Patrick Kristensen, ið vanliga røkir plássið.
,,Hvør skal nú spæla á høgra bakki, um Patrick Kristensen er skaddur?", spyr ein.
,,Láturligt, hann hevði kunnað blivið ein stórspælari á høgra bakki, hann hevur ferð og kann skjóta innlegg, ið eru 100 ferðir betri enn tey, sum Patrick Kristensen skjýtur. Men tað dugir okkara ódugnaligi venjari ikki at síggja. Patrick Kristensen er ikki nóg góður og kostar ov nógv stig", skrivar ein annar.
,,Vánalig søla... Hann hevði kunnað blivið ordiliga góður", skrivar ein triði fjeppari.
Gilli Rólantsson náddi at spæla 28 dystir fyri Aab. Hann skoraði eitt mál.