AaB fekk javnt í toppdystinum

Um vikuskiftið hevði AaB vitjan av FC Keypmannhavn í donsku superliguni. Talan var um toppdyst, og sum ein topddysti líkt, var dysturin tættur og málleysur. FCK hevði leikliga yvirvág, men AaB var eisini við í dystinum, og samanumtikið var javnleikur á góðari leið. Eingin av føroysku spælarunum hjá AaB var á vøllinum, og tað kom illa við hjá AaB, at toppskjúttin, Rade Prica, varð vístur av vøllinum móti endanum av dystinum. Hann fær nú leikbann.