Tá ið AaB spældi í UEFA Cup í finska høvuðsstaðnum Helsingfors ímóti HJK Helsinki, var lagið ikki gott. Orsøkin var tann, at HJK - óvæntað - vann 2-1.
Í kvøld hevur AaB havt vitjan av finska liðnum, og tað var eingin slingur í valsinum. AaB vann 3-0 og tryggjaði sær harvið rætt at vera við í lutakastinum til fyrsta rættuliga umfarið í UEFA Cup. Lutakastið verður á middegi í morgin. Hetta er lutakastið til síðsta umfarið, áðrenn farið verður undir bólkaspæl.
Hvørki Jón Rói Jacobsen ella Súni Olsen vóru á vøllinum, tá ið AaB rættuliga ómakaleyst spældi seg víðari í kappingini. Tá ið 26 minuttir vóru farnir, var støðan 2-0, og í AaB verður sagt, at tað má hava verið graslíkið, sum var orsøkin til, at úrslitið í finska høvuðsstaðnum var so vánaligt.










