Liðið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen spældi sunnudagin ímóti Vejle í donsku superliguni. AaB kom aftur um í fyrra hálvleiki, og tað var um reppið, at teir taptu dystin. Fýra minuttir fyri leiklok javnaði AaB eftir hornaspark, og dysturin endaði 1-1. AaB byrjaði sera væl í superliguni í summar, men seinastu umførini hevur ikki gingið serliga væl, og liðið er nú dottið niður á fimta pláss í deildini. Hvørgin av føroysku spælarunum hevur spælt við higartil í hesum kappingarárinum.










