AaB í bólkaspælinum

Fyri tveimum vikum síðan fekk AaB púra óvæntað 2-2 javnleik í Genoa, har teir leiktu fyrra dystin ímóti Sampdoria í UEFA Cup. Returdystur var í Aalborg í kvøld, og her var javnleikur 0-0 og 1-1 nokk fyri danska liðið, sum hevði Jón Róa Jacobsen við í hópinum.

Uttan føroyska verjuleikaran á vøllinum megnaði AaB at leika málleysan javnleik, og tískil spæla seg í UEFA Cup-bólkaspælið, sum serliga gevur nógvar pengar í kassan.