Á veg inn á Húsavík

Grindin, sum fyrr fyrrapartin var á veg móti Húsavík, og nú so nær, at sagt verður hon er á veg inn á víkina.

 

Bátarnir hoyrast illa, men sagt verður, at grindin hevur gingið í tveimum bólkum, men nú er komin saman aftur.

 

- Tað er ilt at siga nakað um, hvussu stór grindin er, men mett verður, at hon er rættiliga stór, sigur Bjarki Magnussen, grindaformaður í Húsavík.

 

Drápið kann byrja hvørja løtu.

 

- Kemur ferð á grindina, verður drápið innan fyri tíggju minuttir, sigur Bjarki Magnussen.