Á val í Barcelona í Figo-blusu

Vinmenninir høvdu lokkað hann á val í Barcelona við ógvuliga ódámligari blusu.

Leygardagin var forsetaval í spanska ítróttarfelagnum FC Barcelona, har sitandi forsetin, Josep Maria Bartomeu, vann valið við 54,6% av atkvøðunum ímóti fyrrverandi forsetanum, Joan Laporta, sum fekk góð 33% av atkvøðunum.


Ein serliga merkisverd støða stakk seg upp á valinum, tá ið ein av veljarunum valdi at greiða sína atkvøðu í einari Real Madrid-blusu við navninum hjá Luis Figo á bakinum. Luis Figo er annars sera illa dámdur í Barcelona, eftir at hann á sumri í 2000 fór úr FC Barcelona til arvafíggindarnar í Real Madrid.


Tað er nú komið fram, at maðurin við illa dámdu blusuni var David Moreta. Tað vóru vinmenn hansara, sum høvdu lokkað hann í blusuna. Orsøkin er tann, at hann skjótt skal giftast og at hetta var partur av hansara Polterabend.