ÍA tevjar heiðursmerkini

Eftir at FH sunnudagin tapti á útivølli ímóti niðurflytingarhótta Fram, høvdu Julian Johnsson og teir í gjárkvøldið møguleika at vinna seg fram á bronsuplássið

ÍSLAND

Julian Johnsson var síðsti landsliðsspælarin, sum skuldi gera heimligu skyldurnar burturav sær, áðrenn hann hevði møguleika at savna allar hugsanirnar um stóru avbjóðingina á Hampden Park í Glasgow, har Føroyar leygardagin skulu spæla ímóti Skotlandi.
ÍA á Akranesi skuldi í gjárkvøldið spæla á útivølli í Reykjavík ímóti Fylkir, sum er næstovast á talvuni. Undan dystinum var ÍA á fjórða plássinum, og við sigri kundu teir vinna seg fram í triðja sætið.
FH av Hafnafirði er nummar trý. Í sekstanda og triði síðsta umfarinum spældu teir sunnudagin á útivølli ímóti Fram, sum er triði aftast. Fram vann 1?0.
ÍBV í Vestmannaoyggjunum hevur ikki havt eitt av sínum bestu kappingarárum. Leygardagin høvdu teir vitjan av Þrótti, sum ongantíð áður hevði fingið stig í Vestmannaoyggjunum. Tað eydnaðist hesa ferð, tí úrslitið var 2?2.
Valur hevði í Reykjavík heimavøll ímóti KA av Akureyri. Valur var undan dystinum aftast, og KA næstaftast. Tískil var talan um sera avgerandi uppgerð millum gomlu stórfeløgini. Úrslitið var 2?2, og tað broytti einki um støðuna hjá hesum báðum liðunum, sum framvegis eru fremstu evnini at flyta niður.
Í gjárkvøldið vóru tveir dystir á skránni: Fylkir?ÍA og Grindavík?KR. Knattspyrnufelag Reykjavíkar er framvegis oddalið og harvið á veg ímóti at endurtaka meistaraskapin, sum teir vunnu í fjør.
Í Íslandi er, sum vera man, serligur fótbóltshýrur í hesum døgum. Í dag og í morgin lenda nógvu landsliðsspælararnir, sum dagliga spæla í eitt nú Noregi, Onglandi, Belgia og Týsklandi, í Keflavík. Saman við Ásgeir Sigurvinsson og teimum heilt fáu heimligu íslendsku spælarunum skulu teir fyrireika seg til kanska mest spennandi fótbóltslandsdystin, sum Ísland nakrantíð hevur verið partur í. Leygardagin skulu teir á Laugardalsvøllinum í Reykjavík stríðast ímóti Týsklandi.
Á tíðindafundinum eftir sigurin ímóti Føroyum í Havnini segði íslendski venjarin, at hann avgjørt metti, at hansara lið hevði møguleika at standa seg væl á heimavølli ímóti Týsklandi. Og so legði hann afturat, at um tað fór at eyndast at vinna á heimavølli, so metti hann, at Ísland fór at hava møguleika at kvalifisera seg til EM endaspælið í Portugal. Tí er einki at siga til, at fótbóltsfepurin í Íslandi er rættuliga høgur í hesum døgum. Ísland eigur eisini dyst á útivølli ímóti Týsklandi.
Tvey tey síðstu umførini í íslendsku kappingini eru á skránni 14. og 20. september. Tá skal ÍA spæla ávíkavíst á heimavølli ímóti Grindavík og á útivølli ímóti ÍBV í Vestmannaoyggjunum.