Á Sandi halda tey altjóða útibindidag

- Vit bjóða morgunkaffi á Mørkini Miklu millum klokkan 10 og 12, og her eru øll hjartaliga vælkomin, siga tey í Sands kommunu.

Í morgin, 8. juni, er altjóða útibindidagur. Hetta ætla tey á Sandi at halda við einum øðrvísi tiltaki uttan fyri kommunuskrivstovuna.

 

- Vit fara at bjóða morgunkaffi á Mørkini Miklu millum klokkan 10 og 12, og her eru øll hjartaliga vælkomin.

 

Í Sands kommunu minna tey fólk á at hava stokkarnar við, nú ein serligur útibindidagur verður hildin.

 

Myndin oman fyri er av stóra steininum Yviri í Urð, sum aftur í ár er vakurt prýddur við ymiskum bundnum og samansettum pløggum.