Tá vit koma umborð á ferðamannaskipið, A´Rosa Blu, fáa vit at vita, at vit sleppa ikki umborð, tí gestir eru ikki loyvdir. So er ikki annað at gera enn at fara til teir hægri myndugleikarnar ? Skipafelagið.
Á Skipafelagnum eru tey blíð og týð, sjálvt um har er ein rúgva at gera, nú skipið hevur lagt at. Ein rúgva skal fáast í rætt lag, og telefonin ringir næstan óavbrotið.
Men trý korter seinni fylgir Árni Dam okkum yvir á ferðamannaskipið, og eina telefonsamtalu seinni eru vit umborð.
10 havnir, 14 dagar
Yvirhovmeistarin, Michael Wendt, bjóðar okkum vælkomin, og vit fara á 14. hædd á skipinum. Vit sleppa at síggja alt, sum er umborð.
? Hendan ferðin umfatar 10 havnir í 14 dagar. Vit byrjaðu í Týsklandi, og hava higartil verið í Noregi og í Íslandi. Tá vit fara úr Havnini í dag klokkan 16, gongur leiðin til Skotlands og síðani aftur til Týsklands, greiðir Michael Wendt frá.
Hetta er tó ikki størsta ferðamannaskipið, sum hevur lagt at í Havnini. Eitt er, sum hevur verið størri.
Leiðin gongur fyrst inn í fitness-rúmið. Har eru kondisúkklur og rennibreytir, og tú kanst eisini fáa massagu og andlits-, húð- og kropsviðgerðir. Vit fara niður trappurnar, og har eru nógvar ymsar hurðar, og aftanfyri tær goymir nógv spennandi seg.
? Her er tað sokallaða fostur-rúmið, sigur yvirhovmeistarin og letur eina hurð upp.
? Tá tú fer inn hagar, kennist tað, sum tú ert inni í búkinum á mammu tíni. Hatta er eitt slag av heila-reinsan.
Hinar hurðarnar bjóða Kräuterbad, sauna, brúsubað og nógv annað spennandi.
Nú eru vit uttanfyri á sóldekkinum. Ein stórur svimjihylur er í miðjuni umgyrdur av sólstólum. Og fyri endan er ein barr.
7 matstovur
Inni aftur í skipinum fara vit inn í eina matstovu. Hetta er ein sokallað California Grill, sum hevur opið 24 tímar um døgnið. Alt í alt eru sjey matstovur umborð, so ferðafólkini kunnu fáa júst tað teimum lystir.
? Skipið er 12 ára gamalt, og er nýliga gjørt ístand. Alt er gjørt av nýggjum uppá seks vikur, fortelur Michael Wendt.
? Vit hava 800 kabinur og pláss er tilsamans fyri 1600 ferðandi.
Eitt sindur longri aftur á sjeynda dekki liggur teatri. Har inni venja tey til showið, sum verður í kvøld. Hvørt kvøld er eitthvørt á skránni, og pláss er fyri 600 áskoðarum.
? Teatrið er hóast alt ov lítið til hetta skipið. Tá pláss er fyri 1600 ferðandi, er ikki nóg mikið við bert 600 plássum.
Men ikki tí. Nógv annað er, sum tey ferðandi kunnu taka sær til. Nú eru vit komin inn í biografin. Har er ein stórskíggi, og yvirhovmeistarin fortelur okkum, at í kvøld verður eitt Star Wars kvøld, har tey fara at vísa Star Wars filmar til klokkan fimm á morgni.
Mini-SMS
Sjeynda dekk er høvuðsdekki. Har liggja tær flestu og vakrastu matstovurnar, teatrið, biografurin og sølubúðirnar.
Sølubúðirnar eru nógvar og glæsiligar. Tú kanst keypa alt tær lystir. Klæðir, hálsprýði, góðgæti, mat... ja, listin er óendaligur. Eisini eru tær so nógvar, og á tveimum hæddum, so hetta tykist næstan sum eitt lítið SMS.
Runt á øllum skipinum ganga fólk og vaska og rudda alla somlu tíðina. Ikki ein skitin blettur er at síggja nakrastaðni, so reingerðin er í topp.
? Fólkini skulu ikki keða seg umborð, tí hava vit nógv tilboð til teirra. Til dømis, umframt allar barrirnar, náttklubbarnar, matstovurnar og fitness-sentrið, bjóða vit eisini teimum ferðandi at læra enskt betri. Eisini ber til hjá teimum at taka dansi-tímar umborð, sigur Michael Wendt.
A´Rosa Blu fór avstað aftur Havnini í gjár klokkan umleið 16, men verður aftur um eini 14 dagar.
Stóra og glæsiliga ferðamannaskipið er heimahoyrandi í London. Tað vigar 70285 t brutto. Reiðaríið er Seetours. Longdin á skipinum er 245 metrar og tað stingur 8,5 metrar niður frá vatnskorpuni.
Manningin telur tilsamans 565 fólk, sum eru frá 23 londum.










