Russland sigur, at vesturlendskir leiðarar skulu í rættin saman við Radovan Karadzic Verður Radovan Karadzic sendur til Haag og ákærdur fyri fólkamorð, eiga fleiri vesturlendskir leiðarar at sita undir liðini á honum í rættarhølinum.
Tað segði russiski NATO-umboðsmaðurin, Dmitrij Rogosin, í dag í einari viðmerking til, at serbiska trygdartænastan hevur tikið Radovan Karadzic.
-Kemur Karadzic fyri rættin, eiga teir, sum gjørdu av at bumba fólk tað óseka serbiska fólkið, at sita undir liðini á honum, sigur Dmitrij Rogosin við tíðindastovuna Interfax.