Fyri fjórðu ferð hevur danska stórfelagið A.P. Møller-Mærsk endurmett gongdina í ár, og eftir teirri nýggju metingini væntar felagið, at tað fer at hava 26,7 milliardir krónur í avlopi í ár.
Orsøkin er sambært leiðsluni, at prísurin fyri at flyta farm er hækkaður, og harafturat hava effektiviseringar gjørt raksturin bíligari.
Í einari meting herfyri metti A.P. Møller-Mærsk, at felagið fór at hava fýra milliardir dollarar í avlopi í 2010, men nú er talið broytt til fimm milliardir dollarar. Tað svarar til knappar 27 milliardir krónur.