Móðurmálsdagurin er í morgin, 25. mars, og í tí sambandi hava vit skipað eina Kahoot-kapping við spurningum um føroyskt orðfeingi, mállæru og bókmentir.
Vit spæla tvær ferðir, kl. 11 og kl. 12.
Hesum boðar Nám frá í tíðindaskrivi.
Hetta er ein væl umtókt spurnarkapping um føroyska málið, sum vit royndu á fyrsta sinni í fjør. Undirtøkan var sera stór, serliga skúlarnir vóru fegnir um kappingina, og tí hevði tað glett okkum at fingið boðini um kappingina so langt út um landið sum gjørligt.
Sí meira: https://www.xn--froyarlesa-0cb.fo/grein/%C3%81-m%C3%B3%C3%B0urm%C3%A1lsdegnum-sp%C3%A6la-vit-Kahoot