Í kvøld verður konsert við unga klaksvíksbólkinum A-Larm í Húsinum í Klaksvík. A-Larm spældi fyrstu ferð í Húsinum til STIK-kappingina, ið var fyri summarfrítíðina. Hesa kappingina vann A-Larm og tí verður ivaleyst áhugavert at hoyra frá teimum aftur í kvøld.
Síðani bólkurin vann STIK-kappingina hevur hann spælt fleiri konsertir. M.a. kann nevnast, at hann spældi í nýgja ungdomshúsinum ´Staðið´ í Vestmanna, til eitt tiltak, sum Føroya Tele skipaði fyri í Atlantis og Pulse-tiltakið í KÍ-høllini fyri jól.
Í bólkinum eru Poulina Øregaard (sang), Noel Joensen (trummur), Rasmus B. Steintórsson (gittari) og Emil Biskopstø (bass).
Tað er ókeypis atgongd alt kvøldið