A-landsliðið vil eisini víðari

Hondbóltslandsliðið ætlar sær eisini víðari

Føroyska A-landsliðið í hondbólti hevði í kvøld sína næst seinastu venjing undan EM undankappingardystunum móti Kýpros og Grikkalandi, sum verða fríggjakvøldið og sunnukvøldið. Birgir Hansen, sum er landsliðsvenjari saman við Kára Nielsen, sigur við In.fo, at hann málið er at koma víðari, eins og U21 landsliðið.

 

- Málið hjá okkum er at koma víðari. Um vit spæla væl, so kunnu vit spæla upp ímóti bæði Kýpros og Grikkalandi, sigur Birgir Hansen í upptaktspráti við Rás2.

 

Hann letur væl at fyrireikingunum, sum hava verið á altjóða hondbóltsgólvinum í høllini á Hálsi seinastu dagarnar. Rás2 sigur frá báðum landsdystunum. Fríggjakvøldið verður byrjað at senda klokkan 19 við upptakt.

 

Føroyski landsliðshópurin:

Lars Larsen Black, ÍF Føroyar

Ári Egason Dam, H71

Niklas Simonsen, Skjern Håndbold

Rókur Akralíð, ÍF Føroyar

Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil

Helgi Hildarson Hoydal, H71

Tony Hammer Weyhe, KÍF

Bogi Gaard Davidsen, H71

Rúni Joensen, KÍF

Tróndur Kragesteen, ÍF Føroyar

Nicklas Selvig, TMS Ringsted

Allan Norðberg, StÍF

Andrias Eriksen, VÍF

Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne

Julian Olsen, VÍF

Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF

Rói Lamhauge, VÍF

Fríði Hammer Weyhe, KÍF

 

Skráin:

Fríggjadagin Kl. 20.00

Kýpros - Føroyar

 

Leygardagin Kl. 18.00

Grikkaland - Kýpros

 

Sunnudagin Kl. 16.00

Føroyar - Grikkaland