Føroyska fótbóltslandsliðið skal í mars til Spania á venjingarlegu. Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur nú úttikið 22 leikarar til ferðina. Fyrst í mars fer føroyska A-landsliðið á venjingarlegu í Malaga í eina viku. Umframt nógvu tímarnar við venjing fer føroyska landsliðið eftir ætlan eisini at leika tríggjar dystir. Tveir av dystunum verða væntandi móti fótbóltsfeløgum, sum eisini eru á venjingarlegu, meðan seinasti dysturin verður móti landsliðnum hjá Gibraltar.
22 leikarar eru úttiknir til venjingarleguna, sum verður í døgunum 4.-12. mars. Tó at talan er um eitt sera ungt lið, har miðalaldurin er um 24 ár, er Øssur Dalbúð einasti leikarin, sum ikki hevur verið í landsliðshópinum áður. Tískil verður serliga áhugavert at síggja unga áleyparan, sum skeyt 13 mál fyri ÍF í fjør, royna seg á A-landsliðnum,
Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur tikið hesar leikarar út til venjingarleguna:
NSÍ: Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Bogi Løkin
B36: Meinhardt Joensen, Jónas Tór Næs, Christian R. Mouritsen
HB: Fróði Benjaminsen. Símun Samuelsen, Rógvi Poulsen
EB/Streymur: Arnbjørn Hansen, Daniel Udsen
Víkingur: Atli Gregersen, Erling Jacobsen
B68: Pól Jóhannus Justinussen
ÍF: Øssur Dalbúð
KÍ: Hjalgrím Elttør
Manchester City: Gunnar Nielsen
Newcastle: Jóan Símun Edmundsson
Aarhus Fremad: Danjál Davidsen
Ålgård Stavanger: Rógvi Baldvinsson
(www.fsf.fo)