Tað gjørdist til enn eitt 3-1 tap fyri finska HJK Helsinki á venjingarleguni í Spania. Hjalgrím Elttør skoraði føroyska málið upp á beinleiðis fríspark. Fyrradagin mátti føroyska A-landsliðið avlýsa ætlaða venjingardystin móti Malaga. So skjótt dysturin var avlýstur, var farið í gongd at finna mótustøðulið til dyst í dag. Tað eydnaðist at fáa ílag dyst móti finsku HJK Helsinki, sum Føroyar eisini leikti móti týsdagin.
Eins og í fyrra dystinum fekk HJK mál tíðliga. Málið kom í 14. minutti eftir mistak í føroysku verjuni. Fyrri hálvleikur var rímuliga javnur, og hálvleikstøðan var 1-0.
Føroyska landslðið byrjaði seinna hálvleik væl og skoraði mál, tá 51 minuttir vóru leiktir. Føroyar fingu fríspark stutt uttanfyri brotsteigin hjá HJK, sum Hjalgrím skeyt beinleiðis í málið. Føroyska gleðin var tó stokkut, tí longu tveir minuttir seinni legði HJK seg á odda aftur. Finska liðið fekk enn eitt mál, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 3-1. Viðmerkjast kann, at tað var 40 ára gamli Jari Litmanen, sum skeyt seinasta málið hjá HJK Helsinki.
Leikararnir, sum ikki leiktu í fyrra dystinum, sluppu allir framat í dag. Sostatt hava allir 22 leikararnir fingið møguleikan at vísa Brian Kerr, hvør dugur er í teimum.
Liðið í dag: Tórður Thomsen, Pætur Jørgensen, Rógvi Baldvinson, Dánial Davidsen, Viljormur Davidsen, Hjalgrím Elttør, Hallur Hansson, Daniel Udsen, Jóan Símin Edmundson, Bogi Løkin, Øssur Dalbúð.
Innskiftir: Levi Hanssen, Símun Samuelsen, Rógvi Poulsen, Jústines R. Hansen, Christian R. Mouritsen
Á bonkinum: Meinhard Joensen, Jónas T. Næs, Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan T. Davidsen, Erling Jacobsen, Arnbjørn Hansen.
(www.FSF.fo)