A-landsliðið í kvinnufótbólti mannað

Landsliðsvenjararnir hjá føroyska A-landsliðnum hjá kvinnum hava úttikið 18 leikarar, sum í døgunum 2. til 10. apríl skulu luttaka til HM-undankapping í Litava.

 

Tað boðar Fótbóltssamband Føroyafrá umvegis heimasíðu sína.

 

Jón Pauli Olsen og Ingun Hansen, ið eru landsliðsvenjarar hjá kvinnum, hava úttikið henda hópin:

 

Randi S. Wardum, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Maria K. Thomsen, Bára S. Klakstein og Eyðvør Klakstein, KÍ

Fríðrún Danielsen, Anna Sofía (Ansy) Sevdal, Íðunn Magnussen og Oddrún Danielsen, EB/Streymur/Skála

Doris í Garði Olafsdóttir, Lív Arge, Heidi Sevdal og Liljan av Fløtum Petersen, HB

Bjarta O. Johansen og Rakul Maria Johannesen, B36

Laila Pætursdóttir, Víkingur

Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DK)

 

Í Litava skal føroyska liðið spæla tríggjar dystir. Tann 4. apríl hittast Føroyar og Montenegro, og leygardagin 6. apríl skulu føroysku kvinnurnar royna seg ímóti Litava. Triðji dysturin verður spældur týsdagin 9. apríl, tá føroyska liðið skal spæla ímóti Georgia.

 

Allir dystirnir verða spældir á LFF Stadium í Vilnius.

 

Tvey lond fara víðari úr bólkinum, sum seinni í ár fara undir enn eina undankapping, ið verður spæld eftir sama leisti sum hjá monnunum.