Rúni Nolsøe og Jón Pauli Olsen hava úttikið føroyska hópin til venjingardystin móti Luksembourg tann 28. november
Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 26. november, og kemur heim aftur hósdagin eftir dystin, skrivar fsf.fo
Hetta er fyrsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum síðani mars mánað í fjør, tá føroyska liðið luttók í EM-undankapping á Malta. Ta ferðina taptu Føroyar fyri Armenia og Georgia, men vunnu á Malta.
Komandi ár sleppa føroysku kvinnurnar aftur at royna seg í undankapping. Fótbóltssamband Føroya hevur nevniliga avgjørt, at Føroyar skulu taka lut í næstu HM-undankapping fyri kvinnur, sum verður spæld í døgunum 4. til 9. apríl.
Rúni Nolsøe og Jón Pauli Olsen úttikið hesar 18 leikararnar:
Randi S. Wardum, Bára S. Klakstein, Eyðvør Klakstein, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen og Sofía Purkhús, KÍ
Bjarta O. Johansen, Sigrid Petersen og Rakul Maria Johannesen, B36
Fríðrún Danielsen og Oddrún Danielsen, Skála
Sólja T. Eiðisgarð og Íðunn Magnussen, EB/Streymur
Laila Pætursdóttir og Anna Sofía Sevdal, Víkingur
Heidi Sevdal og Lív Arge, HB
Liljan av Fløtum Petersen, AB
Mynd: KÍ hevur ikki óvæntað flest leikarar á liðnum.