A-kvinnur til HM-undankapping

Komandi vikuskiftið skal A-landsliðið hjá kvinnum til HM-undankapping í Minsk Hvítarusslandi, har liðið skal møta vertunum og Sveis

Komandi vikuskiftið skal A-landsliðið hjá kvinnum til HM-undankapping í Minsk Hvítarusslandi, har liðið skal møta vertunum og Sveis.

Føroysk liðið venur saman um dagarnar og koma tær sum spæla í Danmark uppí hópin mikudagin, tá farið verður til Danmarkar.

Korona og sóttarhaldsreglurnar hava viðført avbjóðingar í mun til hópin og í mun til hópin, sum var kunngjørdur eru tvær broytingar. Durita Toftum Joensen og Súna Krossteig Hansen kunnu ikki vera við hesuferð, men kemur Lív S. Poulsen inn í hópin. 

Sostatt sær hópurin soleiðis út:

Annika Fríðheim Petersen, Haukar

Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

Tóra Eliasen, Stjørnan

Lív S. Poulsen, StÍF

Ingibjørg Olsen, VÍF

Ásleyg Súnadóttir, Kyndil

Marita Mortensen, H71

Maria Halsdóttir Weyhe, H71

Anna Brimnes, Ajax København

Ingunn Kristina Persson, Neistin

Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken

Bjarta Johansen, Kyndil

Pernille Brandenborg, Vendsyssel Håndbold

Brynja Høj, Neistin

Dystirnir verða spældir í Minsk í Hvítarusslandi. Fríggjadagin kl. 13.00 spæla Hvítarussland og Føroyar og leygardagin kl. 11.00 spæla Føroyar og Sveis. Tvey lið koma víðari úr bólkinum og skulu spæla play-off dyst móti hægri styrkismettum liði.