Á hesum arbeiðsplássinum hava tey trivist væl

Fýra starvsfólk hava tilsamans 175 ára starvsdag

Í dag hevur hátíðarløta verið hjá Poul Hansen, heilsølu og tað er í sambandi við, at fýra av starvsfólkunum hava arbeitt at alt teirra vaksna lív hjá fyritøkuni – ella í hvussu so er, umleið tað.

 

Tey fýra Starvsfólkini hava nevniliga arbeitt í tilsamans 175 ár hjá Poul Hansen, tvey hava arbeitt í 40 ár, eitt fólk hevur arbeitt í 45 ár og aldursforsetin hevur arbeitt hjá Poul Hansen í samfull 50 ár.

 

Poul Hansen sigur í eini fráboðan, at í september og oktober í fjør, høvdu Rúna Petersen og Símun Midjord sín 40 ára starvsdag, men vegna koronu varð ikki gjørt so nógv burtur úr tá.

 

Í juli í ár hevði Janus Gunnarsson 45 ára starvsdag, og í august hevði Finnbogi Danielsen 50 ára starvsdag – og samstundis fekk Finnbogi ”Den kongelige belønningsmedalje”.

 

Á myndini síggjast frá vinstru Høgni Hansen, stjóri, Finnbogi Danielsen, Símun Midjord, Janus Gunnarsson og Rúna Petersen.