A. Guttormur Djurhuus: Ein skammarblettur

» ? Tað verður sagt, at vald korrumperar. At Tjóðveldisflokkurin skuldi lata seg so dyggiliga korrumpera aftan á bert einari setu í Tinganesi er at undrast á. Tað ber ikki boð um sterkan rygg, og skammarbletturin verður ringur at tváa av aftur,« skrivar A. Guttormur Djurhuus í hvassari viðmerking til Tjóðveldisflokkin

Tá ið samráðingarnar til skipan av landsstýrissamgongu vóru aftan á valið, gjørdu Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin avtalu um ikki at fara í samgongu, uttan so at hin flokkurin eisini slapp upp í part. Mín postulering er, at Tjóðveldisflokkurin og Miðflokkurin hava gjørt ein líknandi handil. Bert við tí muni at hann varð gjørdur í loyndum. Annars verður ringt at skilja tað, sum fyrifórst.

Hvussu er og ikki, so skerst ikki burtur, at Tjóðveldisflokkurin hevur ábyrgdina av, at ein átrúnaðarligur, fundamentalistiskur flokkur í dag situr á ovastu rók í føroyskum politikki. Og helst er tað so, at Høgni Hoydal, við síniu sterku støðu í flokkinum, sjálvur hevur ábyrgdina av, at so er.

Tað hevur verið sagt av tjóðveldismonnum, at valið var millum pest og kolera. Valið var í veruleikanum ikki millum pest og kolera, men millum pest og beinkrím. Og tá er valið lætt. Bæði Javnaðarflokkurin og Sambansflokkurin eru, hóast sambandskir, liberalir flokkar. Eisini har eru minni dámligir einstaklingar, men teir eru allastaðni at finna. Eisini í Tjóðveldisflokkinum. Hvørki tað at fara í samgongu við Javnaðarflokkin ella Sambadsflokkin hevði verið at mett sum verri enn beinkrím. Og at fara í andstøðu var eisini ein møguleiki!

Ikki kenni eg nakað dømi, har tú er sloppin snikkleysur burtur úr eini alliansu við sjálvan Mefistofeles. Tjóðveldisflokkurin vildi verði eindømi, um hann ger tað.

Hvør er so tann flokkur, sum Tjóðveldisflokkurin hevur sett á ovastu rók í føroyskum politikki?

Enn hevur hann kanska ikki gjørt so ógvuliga nógv um seg, men tó nóg mikið til, at sigast kann, at hann roynir at inna í verki tað, hann hevur sagt í orðum. Hann vil lata føroyingar í eina aándaliga spennitroyggju, um hann sleppir tað.

Í etiska ráðnum, sum skal meta um, hvat ið rangt og rætt er, hevur hann skift meirilutan av nevndini út og sett í staðin sínu egnu, trongskygdu viðhaldsfólk. Hetta slapp flokkurin at gera, uttan at nakar kleiv í tvey. Jú, Annita á Fríðriksmørk einsamøll í tinginum. Og utta fyri tinggátt Eyðun Andeassen, uttan at hugsa um, at tað kanska kann kosta. Bæði tvey hava stóran heiður uppibornan.

Sami flokkur ætlar fyrsta dagin at seta á stovn inkvisitiónsrætt av fundamentalistiskum prestum, vit hava fingið nóg nógvar av teimum nú til at manna ein rætt, at døma um kvinna, sum ynskir tað, skal fáa fostrið tikið ella ikki. Kvinna, sum er komin illa fyri, verður kallað inn, forhoyr verður hildið, og síðani verður dømt. Tann hjálp og stuðul eini slíkari kvinnu tørvar, verður ikki veittur av andaligum neyðardýrum. At kvinna í slíkari støðu ofta hevur hjálp fyri neyðini, er einki at ivast í og átti tí eitt ráð samasett av sosialráðgeva, psykologi og lækna at verið sett á stovn. Limirnir í ráðnum skuldu verið átrúnaðarliga indifferentir. Tá kundi ráðið ráðgivið kvinnuni og stuðlað henni í hennara avgerð, um hon so var kristin, av aðrari trúgv ella vantrúgvandi. Og samrøðan skal sjálvandi bert vera, um kvinnan sjálv ynskir tað.

Um hon, sum komin er illa fyri, kennir trongd til at tosa við ein prest ella misjónsmann, ger hon vælsagtans tað. Ikki hugsi eg, at nakar »sálarhirði« ber seg undan eini slíkari samrøðu við eitt av sínum fárum.

Fosturtøkan skal niður á null. Eisini har tað stendur um lív skal fosturtøka verða bannað. Gud skal einsamallur ráða fyri, hvør ið skal liva ella doyggja. Og hesin flokkur situr við hægstu leiðslu av okkara heilsuverki! Eisini her var tað Annita á Fríðriksmørk, sum einsamøll gjørdi vart við seg. Hvar eru flokksfelagarnir? Og kvinnufylkingarnar?

Frægari man vera at liva í ríkisfelagsskapi við andsfrælsi enn í fullveldisstati undir átrúnaðarligari kúgan.

Tað størsta frælsi sum er, er andsfrælsi. At hugsa rætt er stórt, men at hugsa frælst er størri.

Tá eg vaks upp kundi verða sagt um onkran, altíð var tað um onkran sum skaraði framúr, at hann var fríteinkjari. Tað varð sagt við virðing og eitt sindur av bangilsi. Og tað av røttum. At hugsa rætt vilja vit øll, men at hugsa frítt tora tey fægstu av okkum.

Tað verður sagt, at vald korrumperar. At Tjóðveldisflokkurin skuldi lata seg so dyggiliga korrumpera aftan á bert einari setu í Tinganesi er at undrast á. Tað ber ikki boð um sterkan rygg, og skammarbletturin verður ringur at tváa av aftur.