Á fyrsti sinni í søguni er ein kvinna olympiskur forseti

Kirsty Coventry úr Simbabvi er nývaldur forseti hjá IOC

Olympisk søga er skrivað í dag. Fyri fyrstu ferð í søguni skal ein kvinna standa á odda fyri olympisku rørsluni. 

 

41 ára gamla, Kirsty Coventry sum í sínari tíð vann sjey olympisk heiðursmerki í svimjing fyri afrikanska landið, Simbabvi var í dag á aðalfundi hjá altjóða olympisku nevndini, IOC vald at vera olympiskur forseti. Hon tekur við aftaná 71 ára gamla týskaran, Thomas Bach sum hevur staðið við róðrið undanfarnu 12 árini. 

 

Summi væntaðu, at bretski Sebastian Coe hevði ein góðan møguleika at gerast olympiskur forseti hesaferð, men so gjørdist als ikki.

 

Tað verður also hjá Kirsty Coventry, har ÍSF skal banka á dyrnar. Minna hana á, at Føroyar hava paralympiska, special olympiska og talvolympiska viðurkenning, umframt fleiri altjóða viðurkendar ítróttargreinir. Og minna hana á, at okkara umsókn um limaskap í IOC hevur bíðað í 41 ár nú. 

 

Møguliga verður tað ein fyrimunur, at olympiski forsetin hesaferð er úr einum fyrrverandi hjálandi, og ikki einum eldri evropeiskum stati sum undanfarnu olympisku forsetarnir. Vit kunnu bara vóna, at tað ber á mál, men tað verður framvegis tungt hoyggj hjá ÍSF at røkka stóra málinum. 10. desember í 1992 broytti IOC upptøkutreytirnar. Hinvegin søkti ÍSF um limaskap átta ár áðrenn treytirnar vóru broyttar. Oyggjalond sum Bermuda og Caymanoyggjarnar, ið hava minni sjálvstýri enn Føroyar hava olympiska viðurkenning, men tey fingu hana í góðari tíð áðrenn upptøkutreytirnar broyttust. 

 

Hjá Føroyum snýr tað seg ikki bara um sjálvar olympisku leikirnar, men eisini ungdóms-OL og Small Nation Games, ið vit høvdu kunnað kappast í um vit fingu olympisku viðurkenningina.