? Men í prinsippinum er eingin munur á støðuni, nú tað bert er verkfall í mun til, at tað fyri fundin við semingsmenninar eisini var verkbann, sigur Alfred Petersen við InternetSosialin.
Støðan á arbeiðsmarknaðin er tí óbroytt, men um tiltøkini hjá Starvsmannafelagnum verða herd, er enn óvist. Vit fingu heldur ikki umboðini fyri Starvsmannafelagið at siga, um blokadan við Fíggjarmálastýrið verður sett í verk aftur.
Men sum Sosialurin skilur, so verður nú av álvara tosað um aðalverkfall, og Starvsmannafelagið hevur longu boðað formonnum fyri øll fakfeløg í landinum til fundar í hølum felagsins klokkan 16 í dag (leygardag).