Aðalumboð í Sandavági

Skipshandilin Simonsen Marine í Sandavági umboðar Yamaha Scandinavia í Føroyum

Síðan oktober 2004 hevur skipshandilin hjá Simonsen Marine havt opið í Sandavági. Handilin selur allar vanligar vørur til útróður, skip og bátar, umframt útgerð til frítíðarfiskarar og onnur frítíðarítriv.
Simonsen Marine hevur fingið umboð fyri Yamaha Scandinavia í Føroyum.
Her er talan um páhangsmotorar, fýrahjóls súklur, motorcross súklur, vatn- og kavaskutarar og mangt annað, sum eitt nú golfbilar,
Eisini umboðar felagið stuttleikabátar av merkjunum Buster, Yamarin, Finnmaster og Crescent.
Í handlinum er øll útgerð til bæði vinnu og stuttleikasigling at fáa. Slíkt sum fiskireiðskapur, navigatións- og trygdarútgerð av merkjum sum Raymarin og Magellan.
Simonsen Marine fer at luttaka á bátafestivalinum á Tofum tann 7. mei, har møguleiki verður at síggja bátar og útgerð, sum felagið hevur at selja.Í Sandavági standa tríggir bátar, sum møguleiki er at síggja.
Simonsen Marine er at finna á heimasíðuni www.simonsen-marine.com, umfamt at handilin, sum heldur til í gamla blómuhandlinum á Sondum í Sandavági er opin gerandisdagar frá klokkan 09.00 til 17.30. Tó leygardag frá klokkan 10.00 til 14.00.
Vørur kunnu bíleggjast á tlf. 227262 og 533125 ella á teldupostadressuni simonsen@post.olivant.fo.