Aðalstjórin visti um keypið

Sambært frágreing hjá Gunnar Toftegaard, deildarstjóra í Uttanríkisráðnum, so visti Herluf Sigvaldson alt um keypið, sum for fram 27. desember 2010.

Gunnar Toftegaard sigur, at tá tað vísti seg í desember, at stórt avlop fór at vera á játtanini hjá Uttanríkisráðnum, so ynskti Herluf Sigvaldson, at játtanin varð brúkt. Tað framgongur í frágreiðingini, sum Gunnar Toftegaard hevur latið Marjun Hanusardóttir, aðalstjóra, sum vit hava fingið innlit í.

Gunnar Toftegaard sigur eisini, at hann og onnur starvsfólk vórðu skelkað eftir ein fund við Landsgrannskoðaran, har Herluf Sigvaldson latst at vera púra óvitandi um viðurskifti, hann væl visti um.

Frágreiðingin hjá Gunnari Toftegaard sæst niðanfyri:

Góða Marjun

Niðanfyri er svar uppá spurningarnar, ið tú hevur sett mær.

---

Spurningur 1: Hvør persónur í uttanríkisráðnum hevði sum ábyrgdarøki at fylgja við, at telduútbúnaðurin er á nóg høgum støði og virkar?

Svar: Deildin fyri Umsiting og konsularviðurskifti hevur ábyrgdina av øllum innanhýsis viðurskiftum í Uttanríkistænastuni. Uppgávurnar fevna um fíggjarviðurskifti, sendistovuskipan, KT, journal, telefonmóttøku mál og avriksstýring, starvsfólkamál, tilbúgving og konsular viðurskifti harundir at svara fyrispurningum um pass og visum.

Hetta yvirlit vísir, at KT er ein partur av ábyrgdarøkinum hjá Umsitingardeildini og tað at tryggja, at telduútbúnaðurin virkar og er í nóg góðum standi.

---

Spurningur 2: Hví metti ábyrgdarhavandi í UR í desember 2010, at verandi útbúnaður var ikki nóg góður?

Spurningur 3: Hví metti ábyrgdarhavandi fyri telduútbúnaði, at neyðugt var at keypa umrødda útbúnaðin?

Svar til spurning 2 og 3: Uttanríkisráðið hevði eina teldupark, ið trongdi til at verða dagførd. Undirritaði fekk javnan áheitanir frá starvsfólkunum um, at teldurnar arbeiddu ov seint. Nýggjar útgávur av forritum so sum MS Office 2010, ið vóru lagdar á teldurnar, kravdu meira, og teldurnar blivu seinni og seinni. Spurningurin bleiv umrøddur á umsitingardeildini og við leiðsluna harundir fyrrverandi aðalstjóran. Mett varð, at tørvur var á at dagføra telduútbúnaðin. Harafturat hevur tað í longri tíð verið eitt ynski hjá starvsfólkum á sendistovunum, at tey komu upp á sama støði, sum heimatænastan viðvíkjandi tráðleysum ip-telefonum; hetta fyri at tey kundu hava ip-telefonirnar við sær runt á sendistovuni eins og starvsfólk í heimatænastuni kunnu tað.

---

Spurningur 4: Hvør í UR tók formligu avgerðina um at keypa útbúnaðin?

Svar: Í desember mánað 2010 vísti tað seg, at stórt avlop fór at vera á játtanini hjá Uttanríkisráðnum. Fleiri samrøður vóru um hetta inni á skrivstovuni hjá fyrrverandi aðalstjóranum. Fyrrverandi aðalstjórin ynskti at játtanin bleiv brúkt og eg minnist, at hann spurdi meg, um eg kendi stjóran á Formula. Eg svaraði, at hann var granni hjá mær, og at eg kendi hann væl. Síðani spurdi fyrrverandi aðalstjórin, um eg kundi ringja til stjóran á Formula og spyrja um fyritøkan kundi levera útbúnað til Uttanríkisráðið. Eg segði við fyrrverandi aðalstjóran, at so vítt eg visti, so var stjórin á Formula ikki sølumaður, men umsitingarligur leiðari, men at eg kundi ringja til sølufólk á Formula og spyrja, um hetta var gjørligt. Hetta bað hann meg so gera. Fyrrverandi aðalstjórin kendi prísirnar á mál- og avriksskipanini í smálutum, eins og hann kendi prísirnar á fartelefonunum í smálutum. Hann var fullgreiður um, at talan var um at dagføra telduútbúnaðin, eins og talan var um at seta tráðleys net upp á sendistovunum til bæði tráðleysar ip-telefonir, gestanet og tráðleys arbeiðsnet til starvsfólkini. Eg tosaði síðani við avvarðandi sølufólk og bílegði útbúnaðin.

---

Spurningur 5: Hvør í UR var kunnugur um, at avgerðin fór at verða tikin?

Svar: Viðvíkjandi avgerðunum um at dagføra okkara skipanir og val av veitara, so eru hesar tiknar í samráð við fyrrverandi aðalstjóran. Spurningarnir um keyp av fartelefonum og skipan til Mál- og avrikstýring bleiv viðgjørdur á leiðslufundum í desember 2010. Starvsfólk á umsitingardeildini vóru eisini vitandi um ætlanirnar og spurningurin bleiv í fleiri umferðum umrøddur við fulltrúan á umsitingardeildini, Leivur Langgaard. Undirritaði hevur eisini verið úti á sendistovunum fyri at seta útbúnaðin upp, og er hetta gjørt í samráð við fyrrverandi aðalstjóran, ið hevur skrivað undir ferðaloyvini.

---

Spurningur 6: Hví avgjørdi tann, sum formliga tók avgerðina um at keypa, ikki at bjóða keypið út millum fleiri veitarar?

Svar: Talan er bæði um vanligar rakstrarútreiðslur av Journal, Totalview, printarum og um keyp av nýggjum útbúnaði.

Sendistovurnar hava fingið skift út teldur, fartelefonir (smartphones), headsett, tráðleysar IP-telefonir, smartshare skipan til at raðfesta dáta gjøgnum ADSL-linjurnar. Hetta síðsta fyri at spara pening og betra um góðskuna. Sendistovan í Keypmannahavn hevur eisini fingið skift telduskermarnar út.

Tráðleys net (Acces point) eru sett upp á øllum sendistovunum til telefoni, arbeiðs- og gestanet. Somuleiðis eru hesi net sett upp á Bryggjubakka og úti í Tinganesi. Eitt av høvuðsendamálunum er, at fáa fartelefonirnar á tráðleysa netið, fyri við tíðini at spara pening upp á dátustreaming.

Teldurnar og fartelefonirnar hjá nærum øllum starvsfólkum eru skiftar út.

Interaktiv whiteboard við uppvørpum eru sett upp í fundarhølinum á Bryggjubakka og í fundarhølinum, ið Granskingarráðið og NORA hava atgongd til.

Nýtsluloyvi er keypt til videofundarútgerðina soleiðis at ein framløga nú kann vísast samstundis sum videofundurin verður hildin.

Nýggj skipan til Mál- og avrikstýring er sett upp og Beta-test er framd í tøttum samstarvi við veitaran. Krav er sett til Uttanríkisráðið um mál- og avrikstýring, og mær vitandi eru vit í Uttanríkisráðnum tey fyrstu við eini loysn til mál- og avrikstýring, ið integrerar tiðarskráðseting, presens og journalskipan.

Við hava bert biðið um tilboð frá einum veitara. Orsøkin til hetta er, at Mál- og avrikskipanin hongur uppi í Totalview og Journalskipanini, og tráðleysu telefonnetini til ip-telefonirnar hanga uppi í telefonskipanini (TotalView). Eftir er telduútbúnaðurin, og mett var, at vit kundu fáa besta prísin, um vit keyptu alt samlað frá tí veitara, ið áður hevur leverað nevndu skipanir.

---

Spurningur 7: Nær var útgerðin latin UR, og hvar var hon tá á goymslu?

Svar: Víst verður til svar frá bókhaldinum, ið longu er sent tygum.

---

Spurningur 8: Hvar er útskiftið telduútbúnaðurin nú?

Svar: Í høvuðsheitum á Bryggjubakka og Tinganesi. Nakað av útskifta telduútbúanðinum er enn á sendistovunum, tí stundir ikki hava verið at taka útbúnaðin til Føroya. Annað er endurnýtt og stendur í fundarhølum og okkurt skal gerast klárt til at verða nýtt í fundarhølunum á sendistovunum til framløgur og til gestir.

---

Spurningur 9: Hvør persónur í UR gjørdi avtalu við frv. landsstýrismenn um, at teir skuldu yvirtaka sínar embætistelefonir. Var nøkur gjaldsavtala gjørd í hesum sambandi, og hvør var grundin fyri, at fartelefonirnar ikki vóru gjørdar tøkar hjá øðrum starvsfólkum í UR at nýta?

Svar: Víst verður til svar frá fyrrverandi aðalstjóranum, ið longu er sent tygum.

---

Aðrar viðmerkingar:

Hóast tygum ikki spyrja um fundin við landsgrannskoðanina, ið fyrrverandi aðalstjórin vísir til í sínum svarskrivið, so meti eg, at neyðugt er hjá mær at koma við eini rættleiðing.

Tað sum hendi hasum viðvíkjandi var, at fyrrverandi aðalstjórin í 2010 tók avgerð um at siga bókhaldarin úr starvið. Tá ið eg bleiv kunnaður um hetta royndi eg at grundgeva fyri, at einasti bókhaldarin hjá ráðnum ikki bleiv sagdur úr starvið. Hóast hetta, varð uppsøgnin framd.

Bókhaldarin hevði verið í summarfrí og fekk handað uppsagnarskrivið, tá ið hon kom aftur til arbeiðis eftir frítíðina. Avleiðingin varð, at vit ikki kláraðu at gera mánaðarligu uppgerðina av gjaldskortum til tíðina, og hetta fingu vit eina átalu fyri frá landsgrannskoðanini.

Átalan, ið vit fingu frá Landsgrannskoðanini, bleiv tikin upp av fjølmiðlunum og eftir hetta ringdi fyrrverandi aðalstjórin til mín og boðaði frá, at landsstýrismaðurin ynskti, at Uttanríkisráðið svaraði upp á atfinningarnar í fjølmiðlunum. Fyrrverandi aðalstjórin segði seg ikki sjálvan verða føran fyri at fara út til fjølmiðlarnar at svara, tí hann kendi ikki smálutirnar í málinum. Hann bað tí meg um at tosa við fjølmiðlarnar og lítisgera málið. Løtu seinni ringdi Jóannes V. Hansen og segði, at avtala var gjørd við eitt fjølmiðlafólk hjá kringvarpinum, og at hesin fór at ringja til mín. Seinni út á dagin bleiv eg uppringdur og greiddi frá málinum. Eftir at innslagið hevði verið í kringvarpinum tosaði eg við fyrrverandi aðalstjóran og hann var nøgdur við innslagið.

Á fundinum við Landsgrannskoðanina, har eg sjálvur, fyrrverandi aðalstjórin, Jórun S. Ludvig og Leivur Langgaard umboðaðu Uttanríkisráðið, segði Beinta Dam, Landsgrannskoðari, at hon var sera ónøgd við, at uttanríkisráðið var farið út til fjølmiðlarnar við málinum. Fyrrverandi aðalstjórin tosaði, sum um at hann einki kendi til málið og bar fram eina umbering vegna Uttanríkisráðið. Eg haldi, at eg kann tosa fyri okkum onnur, ið vóru við at fundinum vegna Uttanríkisráðið, at vit vóru skelkaði av hesi framferðini hjá aðarstjóranum.

Síðani hevur umsitingardeildin gjørt eitt átak fyri at finna fram tær kvittanir ið manglaðu, og eru tær fingnar til vega við, at starvsfólk frá umsitingardeildini hava sett seg í samband við bókhaldið á teimum hotellum, ið talan var um. Herundir Hotel Hilton í Keypmannahavn, tí tann eina kvittanin í manglaði var fyri gisting hjá fyrrverandi aðalstjóranum á Hotel Hilton eftir Washington-túrin í fjør.

Áðrenn ófráboðaðu vitjanina hjá Landsgrannskoðanini nevndi eg á leiðslufundi, at vit ikki vóru ajour viðvíkjandi gjaldskortinum, og at eg hevði gjørt avtalu við eitt bókhaldsvirkið, sum fyrr hevði veitt Uttanríkisráðnum og øðrum aðalráðum bókhaldstænastur, um bráfeingis at fáa ein bókhaldara at loysa bókhaldsuppgávurnar, eftir at bókhaldarin hjá Uttanríkisráðnum bleiv søgd úr starvi. Ein av døgunum eftir at hesin bókhaldari kom til arbeiðis, komu fólk frá Landsgrannskoðanini á eina ófráboðaða eftirlitsvitjan, har tey ynsktu at gjøgnumganga gjaldskortini hjá Uttanríkisráðnum.

Eg kenni ikki til, at fyrrverandi aðalstjórin skal vera farin undir nakra uppsagnartilgongd. Harafturímóti er tað fyrrverandi aðalstjórin, ið tók avgerð um at siga bókhaldaran úr starvið. Somuleiðis gav hann boð, at eg vegna ráðið gjørdi viðmerkingar í fjølmiðlum um ábreiðslur frá Landsgrannskoðanini.

Vinaliga,

Gunnar Toftegaard

Fra: Marjun Hanusardóttir

Sendt: 8. september 2011 13:27

Til: Gunnar Toftegaard

Cc: Uttanríkisráðið Journal

Emne: Lýsing av málinum viðvíkjandi keyp av KT-útgerð í desember 2010

Góði Gunnar

Víst verður til málið um keypið av KT-útgerð, ið Uttanríkisráðið framdi í desember 2010 og okkara telefonsamrøðu mánakvøldið 5.septembur um sama.

Síðani málið kom fram er ein partur av málinum lýstur. Men framvegis eru fleiri ósvaraðir spurningar. Tú verður tí biðin um at geva mær eina gjølliga frágreiðing um málið, ið lýsir allar lutir, serliga við hesum í huga:

1. Hvør persónur í uttanríkisráðnum hevði sum ábyrgdarøki at fylgja við, at telduútbúnaðurin er á nóg høgum støði og virkar ?

2. Hví metti ábyrgdarhavandi í UR í desember 2010, at verandi útbúnaður var ikki nóg góður ?

3. Hví metti ábyrgdarhavandi fyri telduútbúnaði, at neyðugt var at keypa umrødda útbúnaðin ?

4. Hvør í UR tók formligu avgerðina um at keypa útbúnaðin ?

5. Hvør í UR var kunnugur um, at avgerðin fór at verða tikin ?

6. Hví avgjørdi tann, sum formliga tók avgerðina um at keypa, ikki at bjóða keypið út millum fleiri veitarar ?

7. Nær var útgerðin latin UR, og hvar var hon tá á goymslu ?

8. Hvar er útskiftið telduútbúnaðurin nú ?

9. Hvør persónur í UR gjørdi avtalu við frv. landsstýrismenn um, at teir skuldu yvirtaka sínar embætistelefonir. Var nøkur gjaldsavtala gjørd í hesum sambandi, og hvør var grundin fyri, at fartelefonirnar ikki vóru gjørdar tøkar hjá øðrum starvsfólkum í UR at nýta ?

Eg vænti at tú fert undir at avgreiða hesa umbøn so skjótt, tú kemur aftur úr feriu.

Vinaliga

Marjun