Aðalstjórin fær harðar ákoyringar

Deildarstjórar í uttanríkisráðnum hava fá góð orð at bera umstrídda aðalstjóranum, Herluf Sigvaldson.

Dimmalætting hevur fingið innlit í brævið frá deildarstjórunum til løgmann.

- Aðalstjórin Herluf Sigvaldson er fullkomiliga óskikkaður til starvið. Hann skaðar uttanríkisráðið og brýtur niður arbeiðshugin og trivnaðin hjá starvsfólkunum, skriva Gunnar Toftegaard, Kate Sanderson og Sigmundur Isfeldt, deildarstjórar.

Í brævinum, sum Dimmalætting vísir til, stendur eisini millum annað, at aðalstjórin á ongan hátt livir upp til fyrisitingarligu reglurnar í almennu fyrisitingini. Í fleiri punktum verður víst á, at aðalstjórin ikki er skikkaður til starvið:

- Hann fremur sálarligan ágang

- Hann fyriskipar útspilling av starvsfólkum og landsstýrisfókum

- Er illoyalur móti starvsfólkum

- Fremur óformligan leiðslubygnað, sum undirgrevur formliga bygnaðin

- Brýtur mangan fyrisitingarreglur og virðir ikki góðan fyrisitingarsið

- Fíggjarligt skynsemi má ofta víkja fyri persónligum raðfestingum og fyri at styrkja egið vald

- Grundleggjandi avgerðir, so sum uppsagnir, eru ikki viðgjørdar í leiðsluni og hava iverið illa fyriskipaðar

- Møtir stak illa upp og er aloftast ikki tøkur hjá starvsfólki

- Uppfatar mótspæl sum persónligar ósemjur

- Evnar ikki at skapa felags fatan um mál og mið hjá Uttanríkisráðnum

Hetta, skrivar Dimmalætting, eru tey fakligu punktini, sum deildarstjórarnir vísa á, at aðalstjórin ikki maktar.

Eisini skrivar Dimmalætting, at í brævinum verður eisini skrivað um manglandi persónligar eginleikar, ið tey vísa á. Eitt nú verður nevnt, at millum annað skapar hann ótta, óvissu, ótryggleika og stúran millum starvsfólkini. Hann vísir eisini óstøðugan atburð og er ofta burtur frá arbeiðsplássinum. Hann verður eisini lagdur undir at baktala og seta kílar millum starvsfólk og eggjar til lifran, skriva deildarstjórarnir í brævinum til løgmann.

Dimmalætting skrivar, at hetta er eitt bræv frá deildarstjórunum, ið er handað løgmanni, men at tað eisini fyriliggur eitt líknandi skriv frá starvsfólkunum, og at løgmaður tí hevur tvey brøv frá starvsfólki í uttanríkisráðnum at taka støðu til.

Mynd: Stig Nygaard / Wikimedia Commons