Aðalstjórin ábyrgdina av setanarbólki

Sambært setanarpolitikkinum hjá Mentamálaráðnum er tað Petur Petersen, sum hevur ábyrgdina av finna limir til setanarnevndina, sum hann sjálvur var formaður fyri

UMSITING
Heri á Rógvi
Eftir umbøn hava føroysku fjølmiðlarnir fingið innlit í nøkur av skjølunum í sambandi við setanina av nðggjum landsantikvari.
Nøkur skjøl eru vald út, men flestu teirra varpa ikki tað allarminsta av nðggjum ljósi á málið.
Millum skjølini er eisini avrit av mannagongdini í sambandi við setanarpolitikkin hjá Landsstðrinum og Mentamálaráðnum.
Endamálið við hesum góða setanarpolitikki er at tryggja, at tann besti umsøkjarin verður settur í starv.
Aðalstjórin hevur ábyrgdina av, at alt gongur rætt fyri saman við fyrisettum umboði fyri avvarðandi deild ? í hesum førinum mentamáladeild.
Tá ið aðalstjórin hevur tilnevnt setanarnevndina, er tað formaðurin í nevndini, sum hevur ábyrgdina av mannagongdini. Í hesum førinum er formaðurin fyri setanarnevndina og aðalstjórin ein og sami persónur ? Petur Petersen.


Aðalstjórin formaður 
Í sambandi við eina starvssetan, so liggur mesta ábyrgdina á sjálvan aðalstjóranum, Petur Petersen.
Hann hevur ábyrgdina av lðsingini, og tað er somuleiðis aðalstjórin, sum setir eina setanarnevnd at viðgera umsóknirnar og at gera eina innstilling.
Setanarnevndin var í hesum førinum mannað við Petur Petersen sjálvum sum formanni, Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, Poul Nolsøe, løgfrøðingafulltrúa, og Andras M. Mortensen, starvsfólkaumboð fyri Fornminnissavnið.
Setanarnevndin viðgerð umsóknirnar útfrá krøvunum til starvið.
Annlis Bjarkhamar sigur, at hetta við aðalstjórin er formaður fyri eina setanarnevnd eftir øllum at døma er siðvenja í Mentamálaráðnum, og hetta sigur hon seg hava tikið fyri góða vøru. Men eftirfylgjandi vil hetta saman við allari mannagongd verða tikið upp til viðgerðar.
Flestum kunnugt innstillaði setanarnevndin einmælt Símun V. Arge tvær ferðir til starvið.
Somuleiðis stendur at lesa í setanarpolitikkinum:
?Aðalstjórin tekur støðu til tilmælið og setur starvið endaliga. Í førum, har tað er ásett, verður landsstðrismaðurin tikin við í avgerðini. Aðalstjórin kunnar altíð landsstðrismannin um ætlaðar setanir.?
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hendur á Petur Petersen til eina viðmerking.