Aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Petur Petersen, var so so óður inn á sín politiska stjóra, at hann forklagaði hana til løgmann eftir at Steffen Stumman Hansen var settur, sum landsantikvarur.
Samstundis, sum landsstýriskvinnan sendi løgmanni eina frágreiðing um setanina av nýggjum landsantikvari skrivaði aðalstjórin sítt egna bræv til løgmann, uttan at landsstýriskvinnan veit av. Og tá byrjar eitt hvast stríð millum landsstýriskvinnuna og aðalstjóran, har tey skuldseta hvønn annan fyri at lúgva.
? Vanligt er ikki, at ein aðalstjóri ger viðmerkingar til eina frágreiðing hjá landsstýrismanninum, men í hesum føri eri eg tíverri noyddur at gera tað, tí landsstýrismaðurin grundar alla sína frágreiðing á misskiljingar og ósakligar grundgevingar, skrivar Petur Petersen til løgmann.
Stríddistr fyri sínum starvi
Aðalstjórin var formaðurin í setanarnevnini, ið innstillaði Símun Arge tvær ferðir til starvið, sum landsantikvarur. Men Annlis Bjarkhamar kolldømdi innstillingina og valdi sjálv at hava samrøður við umsøkjararnar.
Eftir ein landsstýrisfund í Tinganesi mikudagin 22. januar 2003 spyr Annlis Bjarkhamar Marjuna Hanusardóttir, løgmannstjóra, um hon kann halda egnar samrøður við umsøkjararnar. Løgmanstjórin heldur at hetta eigur at bera til, men ivast kortini eitt sindur.
Anfinn Kallsberg løgmaður er eisini hjástaddur, men sigur eftir øllum at døma einki.
Annlis Bjarkhamar velur so at kalla báðar umsøkjararnar innaftur til samrøðu, men nú verður løgmaður í øðini:
? Heilsa Annlis Bjarkhamar og boða henni frá, at eg havi ringt og sagt, at hon skal halda seg frá at tosa við umsøkjararnar til starvið sum landsantikvarur. Hon skal halda seg til starvsfólkapolitikkin og nýta tilmælið frá setanarnevndini.
Soleiðis ljóðaðu boðini frá løgmanni til landsstýriskvinnuna. Tað var Petur Petersen, aðalstjóri, sum hevði tikið móti boðunum frá løganni og sent landsstýriskvinnuni tey, sum teldurpost.
Anfinn Kallsberg blandaði seg á henda hátt beinleiðis upp í viðgerðina og kravdi, at Símun Arge var settur í starv.
Aðalstjórin kroystur
Aðalstjóranum dámdi einki at verða millummaður millum landsstýriskvinnuna og løgmann í hesum máli og vildi sleppa burturúr tí.
? Eg haldi at tað er best, at tú tosar við løgmann, tí er best at tit tosa beinleiðis við hvønn annan og ikki gjøgnum meg, skrivar aðalstjórin til landsstýriskvinnuna.
Nú var opið kríggj á tveimum hermótum. Annlis Bjarkhamar stóð yvirfyri løgmanni, sum kravdi at fáa at vita, hvat var fram tí øllum hesum málinum. Og Annlis Bjarkhamar stóð yvir fyri sínum egna aðalstjóra, sum var so grundiga kveistraður til viks av landsstýriskvinnuni.
Heilsanin frá løgmanni var borin Annlis Bjarkhamar 30. januar, men hetta steðgar ikki landsstýriskvinnuni. 4. feburar boðaði Annlis Bjarkhamar frá, at Steffen Stumman Hansen var settur sum nýggjur landsantikvarur.
Løgmaður aftur uppí
Dagin eftir, at Steffen Stumman Hansen var settur, handlaði løgmaður. Hann vildi hava eina frágreiðing um alt málið.
? Víst verður til mongu atfinningarnar, ið eru komnar í kjalarvørrinum av, at landsstýrismaðurin í mentamálum ikki fylgdi tilmælinum frá einmæltum setanarbólki, tá hann tók avgerð at seta starvið sum landsantikvarur, skrivar løgmaður til landsstýriskvinnuna.
Løgmaður skal hava eftirlit við, at landsstýrisfólkini útinna sítt arbeiði í tráð við allar lógir og reglur, og tað er tað sum løgmaður vísir til, tá hann krevur eina frágreiðing frá landsstýriskvinnuni
Annlis Bjarkhamar hugsar seg um í eina lítla viku og 13. februar skrivar hon eina frágreiðing um, hví hon valdi Steffen Stumman Hansen fram um Símun Arge.
Petur Petersen, aðalstjóri, sigur seg ikki hava sæð frágreingina áðrenn hon var sent løgmanni. Hann gerst eisini í øðini og skrivaði sítt egna bræv til løgmann:
? At reka framundir at setanarnevndin skal hava ósaklig motiv er at harmast um, og hví landsstýrismaðurin hevur valt at snara málinum á henda hátt, er heilt óskilligt, skrivar aðalstjórin til løgmann.
Annlis Bjarkhamar skrivar í síni frágreiðing til løgmann:
? Álitisviðurskiftini millum meg og næstu fyrisiningina eru skeiklað og hetta málið krevur álvarsligar eftirmetingar av skeivleikum og óhepnum manngongdum.
Her er greitt, at Annlis Bjarkhamar umhugsar at koyra Peter Petersen frá sum aðalstjóra, og tað er helst grundin til at aðalstjórin fer at skriva løgmanni bræv av sínum eintingum.
? Eftir mínar i fatan er niðurstøðan hjá landsstýriskvinnuni ótrúlig, tí fyrisitingin hevur eftir bestu sannføring framt góðan fyrisitingarsið í hesum máli. Men ásannast má, at málið skeiklaðist av lagi, tá ið landsstýrismaðurin tók yvir, skrivar Peter Petersen til løgmann.
Opið kríggj
Tá Annlis Bjarkhamar frættir um brævið frá aðalstjóranum til løgmann, fer hon beint til telduna og er týðiliga óð:
? Tá eg kom til arbeiðis sunnudagin lá eitt bræv á skriviborðinum frá Petur Petersen. Hevði einki frætt frá aðalstjóranum um, at hetta var ávegis, og tá eg fór til hús fríggjakvøldið, kendi eg enn einki til, at eitt slíkt bræv skuldi sendast løgmanni, skrivaði Annlis Bjarkhamar til løgmann.
Beint eftir, at nýggi landsantikvarurin var settur, hevði Magistarafelagið skrivað landsstýriskvinnuni bræv og hon hevði skrivað eitt svar. Annlis Bjarkhamar vildi hava, at aðalstjórin eisini skrivaði undir tað brævið, men aðalstjórin noktaði at skriva undir.
Hetta var eisini tikið upp í brøvunum til løgmann. Og longu tá tykist ein uppsøgn av aðalstjóranum at hava hingið í luftini. Annlis Bjarkhamar skrivaði soleiðis til løgmann:
? Eg vil gera púra greitt, at eg á ongan hátt havi hótt Petur Petersen við uppsøgn, um hann ikki skrivaði undir brævið til Magistarafelagið. Segði eisini við hann, at tað altíð var gott at vita, hvar tú hevði fólk og at eg metti, at hetta málið vísti tað rættuliga væl. Ongin hóttan lá í hesum, bert ein staðfesting, skrivaði Annlis Bjarkhamar.
So títt og knapt løgmaður hevði fingið nýggja brævið frá landsstýriskvinnuni, so skrivaði aðalstjórin nýtt bræv:
? Landsstýrismaðurin vísir á nakrar skeivleikar í mínum skrivi, men eg veri tíverri noyddur at vísa hesum aftur, skrivarði aðalstjórin í sínum næsta brævi til løgmann.
At aðalstjórin ikki misti starvið kemst bara av, at løgmaður valdi at koyra Annlis Bjarkhamar frá sum landsstýriskvinnu. Fyrsta grundgevingin var, at hon ikki hevði hildið almenna starvsfólkapolitikkin, men tann grundgevingin helt ikki, Onnur grundgevingin var, at hon setti Steffen Stumman Hansen, beint eftir at løgmaður hevði biðið hana seta Símun Arge. Um henda grundgeving heldur er ilt at vita, men Annlis Bjarkhamar ætlar nú at fáa umboðsmannin at kanna júst hesi viðurskifti.
Triðja grundgevingin hjá løgmann er púra greið og heldur. Hon var, at Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevði mist álitið á landsstýriskvinnuna, og tí koyrdi hann hana frá.










