Aðalstjóri enn ikki settur

Hóast tað eru umleið tvær vikur síðani, at hann skuldi setast

Fyrr í vár lýsti Løgmansskrivstovan eftir einum nýggjum aðalstjóra í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum eftir at Bjørgfríð Ludvig, táverandi aðalstjóri, tók við sessinum sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.


Eftir ætlan skuldi nýggi stjórin taka við starvinum fyri umleið tveimum vikum síðani, men enn er eingin aðalstjóri settur. Tað veit Kringvarpið at siga.


Tað er Aksel V. Johannesen, Føroya løgmaður, ið formliga setur aðalstjóran í starv, men skal hann gera tað í samráð við Poul Michelsen, landsstýrismann í Uttanríkis- og vinnumálum.


10 umsóknir vóru til starvið sum aðalstjóri, og er tað Pól Edvard Egholm, ið røkir starvið til nýggi aðalstjórin er settur.