Aðalstýrini í ein bygning

Í dag var fundur í Visjónstorgingum, har samfelagsbygnaðurin var viðgjørdur. Fyrsta evnið var almenni bygnaðurin, har uppskoti var at miðfyrisitingin skal savnast á einum stað


Fyri samlaða økið samfelagsbygnaður hevur strategibólkurin lagt hesa visjón:
Føroyar  ein vitanarberandi, opin og burðardyggur marknaðarbúskapur við grundfesti í vælferðarsamfelagnum, har avgerðir og ábyrgd eru nær borgaranum, og uppgávurnar verða loystar við størst møguligari virðisskapan.
Evnið samfelagsbygnaður er býtt sundur í seks arbeiðsøki. Tey eru almenni bygnaðurin, býtið millum alment og privat, býtið millum land og kommunur, kapitalmarknaður, skatta- og avgjaldspolitikkur og studningsskipanir.
 
Almenni bygnaðurin
Evnið á fyrstu framløguni var almenni bygnaðurin. Hilmar Høgenni úr strategibólkinum fyri samfelagsbygnað stóð fyri hesi framløgu.
Viðvíkjandi almenna bygnaðinum er visjónin hjá strategibólkinum henda:<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$
Lóggávan og almenna umsitingin verða miðvíst skipað soleiðis, at tey hóska til eitt land við áleið 50.000 íbúgvum. Almenni geirin skal á besta hátt veita borgarum og fyritøkum skjóta og góða tænastu.
 
Strategibólkurin hevði sett sær fylgjandi mál, ið skulu gera tað møguligt at røkka visjónini.
1. Miðfyrisitingin verður savnað á einum stað. Talið av umsitingarligum eindum verður minkað munandi.
2. Í 2010 er mál- og avriksstýring sett í verk fyri alla landsfyrisitingina.
3. Árini 2007-2010 verður skipað strategisk førleikamenning sett í verk fyri alla landsfyrisitingina.
4. Lóggávan skal endurskoðast við atliti til at verða tillagað umsitingarligu orkuni. Altjóða lóggáva eigur at verða sett í gildi á økjum, har hetta er neyðugt.
 
Byrjað verður at savna miðfyrisitingina í 2007, tá teir stovnar, ið eru undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum og løgmansskrivstovan leggja saman. Tá tosað verður um avriksstýring, er ætlanin at fyrisitingin skal hava bæði faklig og fíggjarlig mál, heldur enn at tað er sum í dag, tá einans verður fokuserað uppá at halda játtanina. Tað skal eisini fokuserast uppá, hvat borgarin fær fyri skattakrónurnar.
 
Aðalstýrini savnaði
Eftir framløguna var møguligt hjá teimum ið sótu í visjónstorginum at seta spurningar og gera viðmerkingar.
Fyrsta evnið í orðaskiftinum var um, hvat liggur í, at miðfyrisitingin skal savnast á einum stað. Visjónin er, at øll aðalráðini fysisk skulu savnast á einum staði, at tey skulu sita í einum bygningi. Í dag sita umleið 150 fólk í miðfyrisitingini, um tey øll skulu sita í saman bygningi, er neyðugt at gera ein nýggjan bygning, har pláss er fyri øllum. Ein íløga uppá umleið 100 milliónir, skal verða gjørd uppá tann bygningin.
Ymiskar meiningar vóru um, hvørt tað var eitt gott hugskot at savna øll aðalráðini, í einum bygningi. Argumentini fyri at savna miðfyrisitingina vóru, at man kann hugsa um tað fakliga, at man á henda hátt kann trekkja uppá servitanina hjá hvørjum øðrum, og at man kann sleppa undan dupultfunktiónum. Tað hevði verið meira natúrligt at arbeitt saman um ymisk mál, tá øll sótu í sama bygningi.
Tey, ið ikki hildu, at tað var so skilagott at savna miðfyrisitingina á einum stað, ávaraðu ímóti, at tað kann blíva ov kollegialt, og mintu á at hyggja eftir bygnaðinum í ráðunum. Men eingin ætlan er at gera nakra bygnaðarliga broyting, ætlanin er bert at savna ráðini fysiskt.
Samanborið var við Bruxelles, har sami bygningur hýsir allari ES kommissiónini, samstundis við at hvørt stýri hevur hvørt sínar kjarnufunktiónir.
Tað tyktiskt, sum øll í visjónstorginum hildu tað hevði verið ein góð tænasta fyri borgaran, um allir teir hægstu myndugleikarnir vóru at finna á einum staði, og at øll aðalráðini samstundis høvdu eitt felags telefonnummar, har ein kann koma í kontakt við teir. Onkur setti tó spurnartekin við, hvussu ofta vanligi borgarin hevur brúk fyri at fáa fatur á aðalráðunum.