Ì morgin skipar Blái Krossur fyri landsinnsavnan, har bússur verða bornar hús úr húsi í øllum landinum
Tað er fimta árið á rað, at Blái Krossur skipar fyri landsinnsavnan. Í ár fer peningurin til tvær verkætlanir, nevnliga byggingina av nýggjum viðgerðarheimi á Nesi og Øll hava rætt til góð barnaár.
Frants Jensen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi vónar, at fólk kring alt landið fara at stuðla innsavnanini hjá Bláa Krossi í morgin.
Undir greinini ber til at hoyra eitt prát, sum Leo Poulsen hevði við Frants Jensen í tíðindasendingini klokkan 17 í dag.