Aðalskrivarin hevur ongan illgruna

Aðalskrivarin hjá FSF, Virgar Hvidbro tekur tað róligt, tá hann verður spurdur um leysasøgurnar inni í Eysturoynni, at NSÍ kanska ikki fer at gera sítt ítarsta ímóti TB á heimavølli sunnudagin, nú TB kappast við B68 um at sleppa undan niðurflyting. Samstundis sum aðrar leysasøgur leggja upp til, at Víkingur heldur ikki fer at gera sítt ítarsta ímóti EB/Streymi á heimavølli, nú EB/Streymur kappast við ÍF um at gerast meistari,

 

Virgar Hvidbro undirstrikar, at FSF fylgir væl í tí sum fer fram gjøgnum alla kappingina, og hann sær onga grund til at gera meira burturúr umfarinum í effodeildini nú sunnudagin. Tí hann væntar, at alt fer at ganga rætt fyri seg, og hevur ongan illgruna.

 

Seinnapartin tosaði Tróndur Arge við Virgar Hvidbro í seinnapartssendingini hjá Rás2. Prátið kann hoyrast niðast á síðuni.