Tingfundur var í gjár klokkan tíggu. Hesin tingfundur hevði eitt høvuðsmál á dagsskánni, og var tað aðalorðaskifti um frágreiðing frá løgmanni um uttanlandsmál 1999/2000. Hetta er frágreiðing, ið løgmaður legði fyri tingið 26. januar.
Áðrenn aðalorðaskiftið var atkvøðugreiðsla um fyrispurning nummar 100-20/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi serskatting av hjúnum. Samtykt varð uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.
Framløga var seinast á dagsskránni fyri tingfundin, ið var nummar 45 í ár.