Aðalorðaskiftið á tingi í dag um málpolitikkin er einki minni enn ein mentanarpolitisk stórhending. At fáa Føroya mál til æru og tryggja málinum pláss sum høvuðsmálið í Føroyum er eitt endamál, sum gongur heilt aftur til tjóðskaparrørsluna. Við tíðini er móðurmálið vorðið høvuðsmál okkara, og tað man vera sjálvsagt fyri øllum føroyingum, at móðurmálið nú verður brúkt í at kalla øllum lívsins viðurskiftum. Verður málið ikki brúkt, so eru tað praktiskar og ikki løgfrøðiligar ella politiskar forðingar, ið eru orsøkin.
Hóast málið hevur fingið alla viðurkenning, so merkir hetta ikki, at allar súðir eru syftar, og at alt er gott, sum tað er. Málið er fyritreyt fyri øllum samskifti, málið er okkara samleiki. Málsligur førleiki at lurta, tala, lesa og skriva er grundarlag undir øllum samfelagsligum virksemi, fólkaræði og allari samveru manna millum. Samstundis er vantandi málførleiki mangan orsøk til, at omanfyrinevndu viðurskifti ikki virka, sum tey skulu. Nakað soleiðis tekur landsstýriskvinnan til í sínum framløguriti. Her munnu vit øll vera samd, men so er annars smátt við semjuni, tá um mál og málrøkt ræður.
Eitthvørt móðurmál skal røkjast og mennast. Øll heimsins tungumál broytast, eru undir trýsti og taka orð og vendingar úr øðrum málum. Hetta er eitt øki, har vit føroyingar eru sera ósamdir um málpolitikkin. Vit eru ósamd um mangt annað málinum viðvíkjandi, men vit eru samd um at tryggja uppvaksandi ættarliðum teir bestu málførleikar fyrst og fremst við atliti at móðurmálinum, men eisini tá talan er um fremmandamál.
Hetta merkir, at vit eiga at seta fokus á málfrálæruna í dagstovnum so væl sum í fólkaskúlanum. Hetta er júst eitt av fokuspunktunum í framløguni hjá landsstýriskvinnuni. Har verður undirstrikað, hvussu stóran týdning tað hevur, at námsfrøðingar so væl sum fólkaskúlalærarar hava dyggar málførleikar og er hetta nú tryggjað í nýggju pedagog- og læraraútbúgvingunum. Málpolitisku tilmælini snúgva seg eisini um ítøkilig tiltøk at menna málførleikar í fólkaskúlanum, og hetta er sera skilagott, og tað er sjálvandi her, vit skulu byrja.
Men málpolitikkur er annað og meira – um rættskriving, um gott og um minni gott mál, nýtslu av fremmandaorðum oa. Okkum tørvar eitt opið og fordómsfrítt orðaskifti um hendan part av málpolitikkinum, og okkum tørvar eina brúkaravinarliga og fordómsfría ráðgeving fyri øll júst á hesum øki.
Málpolitikkálitið, Málmørk, nemur eisini við málið í fjølmiðlunum. Hetta fegnast vit um. Móðurmálið er týdningarmesta amboðið í dagliga virki okkara, sum arbeiða við fjølmiðlum. Er amboðið ikki í lagi, so verður framleiðslan hareftir. Her er tørvur á ráðgeving og eftirútbúgving og vónandi verða hesi millum tey tilmæli, ið Løgtingið fer at raðfesta. Sakkunnleikin hevur nú talað, tilmælini liggja á tingborði, og tað er nú í hondum Løgtingsins at tryggja føroyingum, at móðurmálið fær bestu kor, soleiðis at vit standa dubbað við teim bestu málsligu førleikum og harvið við einum sterkum samleika í eini tíð, har altjóðagerðin hevur sína sterku ávirkan á alt og øll.