Aðalfundurin verður 21. februar

Fótbóltssambandið hevur nú sett dagfesting á, nær aðalfundurin hjá føroysku fótbóltsfeløgunum verður.

Hesin verður tann 21. februar í hølunum hjá FSF, og fyrst og fremst fevnir skráin um lógarkravdu ásetingarnar.

Millum hesar er eisini val av nevndarlimum, og hesa ferð standa tríggir av starvsnevndarlimunum fyri vali. Niklas á Líðarenda, varaforseti, Niclas Davidsen og Karl Vidtfeldt. Hartil skulu tveir varalimir eisini veljast. Hinir starvsnevndarlimirnir eru Høgni í Stórustovu, forseti, Rúni Heinesen, Magnus á Stongum og Sveinur Tróndarson.