Aðalfundurin settur á skránna

Nýggi formaðurin hjá FSF skal veljast á aðalfundinum, sum verður í Norðurlandahúsinum hin 23. februar

Fótbóltur

Fótbóltssamband Føroya hevur nú boðað feløgunum kring landið frá, at ársaðalfundurin verður í Norðurlandahúsinum hin 23. februar.

Enn er ikki greitt, hvørji mál fara at koma inn til fundin, men uttan iva er eitt hitt mest áhugaverda á fundinum, at hetta verður dagurin, tá nýggjur formaður skal veljast til FSF.

Vit hava áður viðgjørt hetta evni, og ivaleyst fara nógvar gitingar at verða um ein komandi fótbóltsboss, men enn eru so eingi evni komin í uppskoti til aðalfundin. Freistin fyri at senda inn uppskot til nevndarval er 10 dagar undan aðalfundinum. Tað vil siga, at 14. februar er um ikki annað greitt, hvørji valevnini til sessin fara at verða.