Atlantsflog boðar í kvøld frá, at aðalfundurin, sum skuldi vera í morgin kl 17, er útsettur tí. 23. apríl. Semja er nú millum Johan Dahl, landsstýrismann og minnlutapartaeigarar um nevndarvalið - Vit eru samdir um nevndarvalið og teir teir persónar, vit skulu velja í nevndina. Báðir partar hava víst vilja til at koma á mál, sigur Johan Dahl, vinnumálaráðharri.
Hann vil kortini einki siga um, hvørjar persónar talan er um - og vil annars ikki gera viðmerkingar til tað, minnilutapartaeigararnir hava sagt í fjølmiðlunum.
- Mín uppgáva sum vinnumálaráðharri er at velja eina nevnd í flogfelagnum, og tað fari eg at gera. Um aðrir partar hava onnur mál, teir vilja hava okkum at gera, so skal eg fegin leggja tað fyri landsstýrið, sigur Johan Dahl.









