Aðalfundur og fyrilestur um alzheimer

Leygardagin 9 apríl 2011, kl. 15 verður aðalfundur í Alzheimerfelagnum á Hotel Hafnia Eftir aðalfundin verður fyrilestur um ?Byrðar og avbjóðingar teirra, ið varða av fólki við demenssjúkum?. Tað er Henrik Brogaard cand. psyk., ið heldur fyrilesturin.

Henrik Brogaard er samhøvundur til bókina ?Gammel - aldrig i livet?. Hann hevur arbeitt sum privat praktiserandi psykologur og hevur granskað í menniskjaligum átrúðnaði á lærda háskúlanum í Århus. Í 10 ár var hann í starvi sum psykologur á stóra røktarheiminum Sølund í Keypmannahavn ? einasti psykologur í slíkum starvi í Danmark. Hann hevur havt túsundtals samrøður við búfólk millum 70 og 100 ár, við nógv miðaldrandi og eldri avvarðandi.

Í dag hevur Henrik Brogaard egna fyritøku, ?u9vers?, í Keypmannahavn. Hann undirvísir, heldur fyrilestrar og vegleiðir heilsustarvsfólki innan eldraøkið, eins og hann heldur fyrilestrar fyri avvarðandi, leiðarum o.ø.