A, A A, AAA, AAA - A, AAA, AAA!!!

Sjáldan hava so nógv fólk sagt og sungið so nógv "A" í so langa tíð, sum á Summarfestivalinum í Klaksvík leygardagin. Ken Hensley stóð á palli og løtan var ógloymandi, har yngri og eldri savnaðust um góða tónleikin í góðveðrinum. Og longu áðrenn Ken Hensley sjálvur hevði Lady in Black á skránni, setti stóra fjøldin lagið á skránna við einum stórum felagskórið, ið sang A, AA, AAA, AAA!!!

Ken Hensley var - kanska saman við Boney M - høvuðsnavn á Summarfestivalinum í Klaksvík leygardagin.
Uttan at fara út í eina drúgva umrøðu, so er lætt at staðfesta, at Hensley megnaði uppgávuna til fullnar.
Rockhetjan úr Uriah Heep kom á pall saman við góðari manning og hevði beinanveg sett hol á eina framførslu við megi og dygd og fjøldin var við frá fyrstu løtu.

Fjøldin
Tað var stór fjøld, ið hevði leitað sær á festival og at síggja og hoyra Ken Hensley og øll tey góð løgini, ið hann skrivaði í Heep tíðini. Heep vóru frami og stórir í sjeytiárunum og sjálvandi kenna yngri føroyingar eisini bólkin og løgini, men týðiligt var, at tey sum vóru farin um 40, 50 og 60 ár eisini hugnaðu sær óført, og yngdust kanska nøkur ár, tí her var ein hetja úr teirra samtíð fyri fullum útblástri.
Og stuttligt er nú aftaná eisini at hitta fólk, ið eru farin væl um seksti, ið sótu heima og hugnaðu sær við útvarpslurtið, ið jú sendi frá festivalinum. Og tey kendu og dámdu og hugnaðu sær saman við tónunum úr sjeytiárunum.

Fólkslig løg
Og júst løgini hjá Ken Hensley úr Heep tíðini hava so ella so eina fólksliga sál og tey raka so, at nærum ongin sleppur snikkaleysur undan. Og so eru tey ofta einføld og tað er í veruleikanum ofta lykilin til eitt ódeyðilig hitt ella ein evergreen.
Fólkið kravdi Lady in Black nærum beinanvegin og so smátt vóru kór her og har, ið sungu vælkenda niðurlagið millum sangirnar av pallinum. Og so við og við menti hetta seg til eitt huglag og eitt stórt felagskór og so setti Ken Hensley eisini lagið á skránna og gjørdist hetta ein stór tónleikalig felagsuppliving millim tónleikarar og áhoyrarar/kórsangarar.
Lagið er kent í Føroyum og er tað óivað her, at tey flestu hava murrað við - 20 sum 60 ára gomul. Á føroyskum er lagið útgivið undir heitinum "Hesir brimbardu klettar" (Jákup M. Antoniussen og Óli Poulsen) og so er lagið eisini nýtt til yrkingina um Ternubøguna - Tað var ein fagran summar dag.
Lagið er so sára einfalt og øll kunnu vera við og tað vóru tey eisini. Tvær akkordir - A moll og G - og so er bara at syngja og spæla!
Løtan var góð, ongin ivi um tað!

Hittini
Tað vóru góðir menn, ið Ken Hensley hevði við sær. Guitarleikarin spældi óføra væl og bassur og trummur leiktu væl saman. Serliga hevði trummuleikarin eina megi og trygd í spælinum, ið var fragd fyri oyruni.
Ken Hensley royndi seg í fyrsta umfari við Hammondurguna og hann fekk eisini gandað fram heilt serliga ljóðið, ið hann er kendur fyri. Hammond er fyri tað fyrsta eitt fantastiskt ljóðføri og tá ein serkønur sum Hensley situr handan tangentarnar og pedalirnar, so verður tað ein fragd. Tó haldi eg tað hevði verið ynskiligt, at urgan var harðari frá og somuleiðis sangmikrofonin, men lat tað fara.
Hensley tók eisini kassaguitaran fram og spældi skiftivís guitar og urgu og hammondurga og guitari førdu okkum ígjøgnum øll hittini, allar perlurnar. Easy Livin?, Free Me, July Morning, Lady in Black, Stealin? og The Wizard og onnur.
At ljóðið úteftir so fór eina løtu, nervaði eftir øllum at døma ikki Hensley, men tey flestu mundu krimpa tærnar. Tí hví skuldi hetta henda júst nú, tá hann, Hensley, stóð á palli? Men at bert monitorljóð ljóðaði inneftir og onki kom úteftir einaløtu, fekk sjálvandi teknikarar at sveitta og renna, men Hensley spældi og fjøldin lurtaði. Ljóðið kom aftur og alt var gott. Ljóðliðið gjørdi sum heild gott arbeiði á festivalinum og ljóðmyndin var góð. Sjálvandi skal slíkt óhapp ikki koma fyri, men óhapp kunnu henda og tað gera tey nú einaferð eisini!
Løtan á Vágsbø við Ken Hensley var ein uppliving og hann prógvaði, at enn eru knotur í gomlum rockarum. Hann varð sjálvandi klappaður fram aftur og prógvaði tá enn einaferð, at elguitarin liggur væl í hondunum á honum. Hann spældi slideguitar og teir fýrdu eitt rocklag av, ið veruliga vildi nakað.

Ongin døgnfluga í súpanini
Løtan við Hensley var av. Her var ein hetja úr sjeytiárunum, ið fekk øll við sær, tí súpanin er ikki vorðin tunn. Enn er kraft í og nokk av bollum í súpanini. Og ongin døgnfluga er í súpanini. Ein uppskrift, ið heldur, tí kokkurin hevur lagt lív og sál í verkið, so at rætturin gagnast so mongum sum gjørligt væl og kann nýtast aftur og aftur.
Ein stjørna, sum enn lýsir bjart, fór av pallinum, eftir eina frálíka framførslu.