99 prosent av teimum deyðu eru pínd

Mett verður, at fleiri enn 1000 sivilfólk í býunum í Kharkiv-økinum, har russar nú eru riknir burtur, eru pínd og síðan dripin.

 

Sambært løgregluni í Ukraina eru 445 gravir funnar í bygdum og býum í Kharkiv-regiónini.

 

Sagt verður, at tekin eru um, at nógv av hesum fólkum fyrst eru pínd og síðan dripin.

 

Ræðuleikarnir eru farnir fram í bygdum og býum, har ukrainski herurin hevur rikið russiska hersetingarvaldið burtur.

 

Tá ukrainar eru komnir fram á hópgravir, eru líkini grivin upp aftur og kannað.

 

Guvernørur í Kharkiv er Oleh Synegubov.

 

Hann sigur, at í 99 prosentum av líkunum, sum eru grivin upp aftur úr hópgravum í býnum,  Izium, eru tekin um píning.

 

Mett verður, at fleiri enn 1000 sivilfólk í bygdum og býum í Kharkiv-økinum, har russar nú eru riknir burtur, eru pínd og síðan dripin.

 

Í gjár gjørdist greitt, at leivdir av fleiri enn 440 fólkum eru funnin í einari hópgrøv í Izium har eysturi í Ukraina.

 

Tað eru útlendskar tíðindastovur, sum í kvøld bera hesi tíðindi frá myndugleikunum í Ukraina.

 

Býurin Izium liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina - ikki serliga langt úr markinum til Russlands.

 

Í fleiri enn fimm mánaðir var býurin hertikin av russiskum herdeildum. 

 

Nú ukrainski herurin ræður yvir býnum, eru fyrst landminur ruddaðar av vegnum, og nú eru hermenninir byrjaði at kanna gravirnar.

 

Sambært ukrainskum myndugleikum eru tað fyri tað mesta. sivilfólk, sum higartil eru funnin í gravunum.

 

Tíðindafólk hjá Reuters, sum hava verið á staðnum, siga, at fleiri av líkunum vóru bakbundin.

 

##med2##

 


 

 

Tíðindafólk hjá Reuters, sum hava verið á staðnum, siga, at fleiri av líkunum vóru bakbundin.