98 prosent víst at Víkingur vinnur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Eyðun Thorgeirsson trýr ikki uppá, at eitt undur hendir á Argjum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprátið Rás2 hevði við kenda KÍ-fjepparan, Eyðun Thorgeirsson, sum er í Fuglafirði til dyst millum ÍF og KÍ.

 

KÍ er eitt stig aftanfyri Víking, sum spælir ímóti AB úti á Argjum. Eyðun Thorgeirsson trýr ikki uppá, at AB kann gera eitt undur, og so undirstrikar Eyðun eisini, at KÍ hevur alt annað enn ein lættan dyst ímóti ÍF í Fuglafirði í dag.

 

- Tað er 98 prosent víst, at Víkingur vinnur, sigur Eyðun Thorgeirsson.