Helge Solvang vónar at vera valdur inn í kommunustýrið í Balsfjord í Noregi í heyst Hann verður tá 98 ára gamal, og verður hann sitandi í kommunustýrinum í fýra ár, verður hann 102 ára gamal
Hann ætlar sær at virka fyri, at fjørðurin verður fríur fyri aling, og annars hevur landbúnaður hansara stóra áhuga, skriva norskir miðlar.
Helge solvad hugsar nógv um valstríðið og vónar, at heilsan heldur.










