Ein dómstólurin í Itzehoe í Norðurtýsklandi hevur í dag dømt tað 97 ára gomlu kvinnuna Irmgard furchner tvey ára treytaðan fongsul fyri at hava arbeitt sum skrivari í eini av fangalegunum hjá Nazi-Týsklandi undir seinna heimsbardagar.
Tað upplýsir týska sjónvarpsstøðin NDR.
Tann 97 ára gamla er tann fyrsta kvinnan í fleiri áratíggju, sum er rættarfylgd í Týsklandi fyri brotsgerðir undir nazitíðini. Ákærarnir siga, at tað kann verða landsins síðstu rættarmál, sum snúgva seg um brotsgerðir undir Holocaust.
Fuchner var bara 18-19 ár, tá hon hevði arbeiðið í Stutthof fangaleguni í tí tá hersetta Póllandi.
Rættarmálið byrjaði 19. oktober í norðurtýska býnum Itzehoe, sum er norðan fyri Hamburg.
Undir endaprosedurini grundgav ákærin, Maxi Wantzen, fyri,at Furchner var sek í at hava medvirkað til »ræðulig og óndsinnað dráp« á yvir 10.000 fólk frá 1943 til 45.
Umleið 65.000 fólk doyðu í leguni. Teirra millum fóru »jødiskir fangar, pólsk uppreistrafólk og sovjetrussiskir krígsfangar«.
Irmgard Furchner, sum í dag býr á røktarheim nærindis Hamburg, arbeiddi frá juni í 1943 til apríl í 1945 á skrivstovuni hjá Paul Werner Hoppe. Hann var leiðari í fangaleguni, sum var nærindis Gdansk.
Í september í 2021, tá rættarmálið var í fyrireiking, fór Irmgard furchner av røktarheiminum og tók ein hýruvong ímóti eini jarnbretarstøð og var í nakrar tímar mett sum, at hon var flýggjað.
Stutthof var tann legan, sum 150 danskir kommunistar fóru deporteraðir til í 1943. 22 teirra doyðu av sjúku og máttloysi í leguni ella undir evakueringini av Stutthof, sum var beint fyri krígslok.
/ritzau/Reuters