Henda farna mánaðin eru 95 nýggj akfør skrásett hjá Akstovuni.
Av hesum 95 eru so mangir sum 76 persónbilar og átta viðfestisvognar.
Í mun til oktober mánað í fjør er talan kortini um eina øking uppá eitt akfar.
Hetta kann tó ikki vika tann veruleika, at munandi fleiri akfør eru skrásett í ár enn í fjør - 1051 higartil í ár, móti 975 í fjør.