95 deyð av áarføri í Rio

Tað hevur regnað av grimd í fleiri dagar í brasilska stórbýnum Rio de Janeiro. Áarførið er tað ringasta í meiri enn 50 ár og hevur kravt minst 95 mannalív. Tað nógva avfallið hevur elvt til vatnflóð og skriðulop nógvastaðni. Serliga teir fátæku partarnir av býnum eru meint raktir, og har standa nógv hús undir í vatni og runu.

Guvernørurin hevur lýst økið í undantaksstøðu.

Rio de Janeiro skal hýsa HM í fótbólti í 2014 og teimum olympisku summarleikunum í 2016, men tað verður ikki í regntíðini, skrivar Reuters.