Fótboltur
Tað hevur ikki hilnast serliga væl hjá HB á útivølli í hesum kappingarárinum. Soleiðis skulu vit heilar 95 dagar aftur, síðan høvuðsstaðarfelagið vann á fremmandum grasi. Men hóast tað, so liggur HB best fyri í stríðnum um silvurkrónurnar, nú trý umfør eru eftir at leika. Týðandi sigurin í Sarpugerði í gjár lyfti teir nærmast oddaliðnum EB/Streymi, og tískil hevur sigursvanda felagið bestu kortini á hondini.
Málveitsla
Tað verður ofta skotin fleiri mál, tá HB roynir seg í Formuladeildini. Tvær reiðsur hava teir sorlað Skála sundur á heimavøllinum í Gundadali, meðan B68 eisini varð bukað á sama undirlagið. Í gjár komu ikki færri enn sjey mál, tá Víkingur skuldi royna at ota seg nærri altjóða plássinum. Men tann vegurin gjørdist tungur eftir bara tveimum minuttum.
Páll Mohr Joensen hevur av álvara gjørt vart við seg í hesum kappingarárinum. Ljóshærdi framherjin hjá HB stendur oftast sterkur í myndini, og aftur í gjár var hann millum teir mest eyðsýndu. Tað var eisini maðurin við 24-talinum á bakinum, sum legði gestirnar á odda. Hann slapp frá mótstøðumonnunum í høgru, og staddur áraka brotsteigarmarkið smekkaði hann til. 1-0.
Leikliga var ikki stórur munur á liðunum. Vørumerkið hjá Víkingi er serliga at fáa virðing í kropsliga partinum av spælinum. Tað fekk Kári Nielsen at sanna, tá hann mátti lata seg útskifta miðskeiðis í fyrra umfarinum. Fríspørkini vóru ikki so nógv, at tað darvaði spælinum stórvegis.
Rasmus Nolsøe hevur seinnu árini merkt seg sum ein hin besti frísparksskjúttin í Formuladeildini. Tað var dyggiliga prógvað aftur í gjár, tá tvøramaðurin tvær ferðir sendi framvið Geza Turi. Fyrst til 1-2, og seinni til 2-4. Tvey mál, sum høvdu týdning fyri HB sálarliga, tí hetta var júst í teimum løtunum, har Víkingur var um at koma fyri seg.
Hini málini skutu Símun Louis Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Kaj Ennigarð og Hans á Lag. Hesin seinasti nevndi gjørdi sjálvmál.
Andreas óheppin
Andreas Lava Olsen var orsaka av skaða á beinkinum í gjár. Hann noyddist út við skaða farna vikuskiftið, tá Víkingur vitjaði í Streymnesi. Anton Skoradal, venjari, sendi í royndini at fáa stig landsliðsleikaran á vøllin, men bara lítla løtu seinni mátti Lava Olsen av aftur vøllinum. Tí er bara at vóna, at hann verður tøkur, tá føroyska landsliðið fær vitjan av Eysturríki um tvær vikur.
Gingið væl
HB hevur fingið vind í seglini seinastu vikurnar. Serliga síðan Sámal Erik Hentze var settur afturat høvuðsvenjaranum eru fleiri stig komin í hús. Og eftir 95 dagar eydnaðist tað nú eisini at fáa fult á útivølli.
Góða úrtøkan hevur lyft HB á annað plássið í Formuladeildini. Komandi vikuskiftið vitjar NSÍ í Gundadali, og tá kunnu teir reyðu og svørtu staðfesta sína støðu.
Hinvegin er støðan minni góð í Gøtu og Leirvík. Víkingur strembaði eftir altjóða luttøku í sínum fyrsta kappingarári, men tað verður ikki av nøkrum. Seks stig eru til runavíkingarnar á fjórða plássinum, og tað verður trupult at vinna aftur. Men nú fáa vit at síggja.